Tíðindi

21. aug 2025

Fundur í tøkni- og býarskipanarnevndini 19. august 2025

Fundur í tøkni- og býarskipanarnevndini 19. august 2025

Møtt: Jóhan H Funn, Sandra Ljósá Østerø, Sonni Johansen
Umframt: Hans Anders Jacobsen og Tummas Johannesen
Skrivari: Jóhan Blábjørg
Klokkan: 17:00-19:00

Mál nr.: 541-5-2025 Nýggj útstykking við Nónvarða
 
Reist av:Sjóvar kommunu
Dagf.:20/2-2025
 
Málslýsing: Gerast skulu fleiri grundstykkir niðanfyri “Við Nónvarða” Tekningar eru gjørdar. Nevndin skal viðgera tekningina.


Avgerð: Nevndin mælir til at góðkenna tekningarnar. Lagt fyri kommunustýrið.
 

Mál nr.: 541-6-2021 Busssteðgistað í Strandatúni
 
Reist av: Sjóvar kommunu
Dagf.: 8/3-2021


Málslýsing: Avbjóðing er við bussstóðgiplássinum og avseeting av skúlabørnum og ferðandi á økinum. Viðgerast skal um hvussu vit loysa hetta á bestan hátt.


Avgerð: Viðmæla at málað vegin á ovaru síðu frá rásini niðan til skúlan, suður til Strandatún 8. Eisini skal vegurin gerast einvegis suðureftir. Lagt fyri kommunustýrið.

Mál nr.:541-7-2025 Umsókn um broyting í byggisamtykt
 
Reist av: Sjóvar kommunu
Dagf.: 26/3-2025

Málslýsing: Alexandur Johansen hevur søkt um at broyta byggisamtyktina fyri matr 344 og 325 til frítíðarhús/summarhúsøki/Neystøki. Nevndin skal viðgerða umsóknina.

Avgerð: Nevndin mælir frá at broyta byggisamtyktina fyri økið. Lagt fyri kommunustýrið.
 

Mál nr.:541-10-2025 Miðstaðarætlan
 
Reist av:Sjóvar kommunu
Dagf.:6/6-2025
 
Málslýsing:Viðgerða miðstaðarætlanina
Avgerð:Arbeiða víðari við málinum.
 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
11. mar 2026
Fríðuf­løtur stongdur mikudagin kl 8:30-10:30
06. mar 2026
Vallistar
06. mar 2026
Ástaðarfundur um minnisstei­nar í Kolbeinagjógv
06. mar 2026
Havnaútbyggingin á Hulki
05. mar 2026
StÍF skipar fyri vørutombola og eydnuhjóli
02. mar 2026
Handahornið, í bygdahúsi­num týskvøldið 10. mars
02. mar 2026
Broyting í byggisamtykt fyri økið við Nónvarða
27. feb 2026
Fundur í Vinnu- og Umhvørvis­nevnd­ini 5. februar 2026

Send boð til Sjóvar kommunu