Tíðindi

28. feb 2024

Kommunustýrisfundur 26.02.2024

Kommunustýrisfundur 26.02.2024
Møtt: Artur Johansen, Jóannes E. Markná, Steingrím Jacobsen, Rógvi R. Djurhuus, Hans Anders Jacobsen,Súni F. Olsen, Andras Róin
Skrivari: Artur Johansen
Klokkan: 17:00-18.20


Mál nr.: 541-2-2024, broyting í byggisamtykt øki D
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Uppskot um broyting í byggisamtyktini. T&B mælir til at broyta ein part av D-øki, við Hulkin á Strondum, til D3-øki.
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá T&B.

Mál nr.: 545-1-2024, umsókn um byggiloyvi til neyst, matr. Nr. 8b
Reist av: Arnold Abrahamsen
Málslýsing: T&B mælir til, at frávik verður givið til mest loyvdu hædd.
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá T&B.

Mál nr.: 104-11-2021, íbúðarbygging á 79bs og 79bt
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Broyta byggisamtykt og kunning um málið. T&B mælir til at geva loyvi til minni frávik.
Avgerð: Samtykt at gera broyting í byggisamtyktini, fyri íbúðarbygging á matr.nr. 79 bs, vísandi til tilmæli frá teknisku umsitingini og uttanhýsis ráðgeva.

Mál nr.: 321-1-2023, svimjihylurin í Stranda skúla
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Tilboð upp á tøknirúm til svimjihylin. T&B mælir til at taka av innkomnum tilboði.
Avgerð: Samtykt at arbeiða víðari við málinum.

Mál nr.: 547-1-2021, vinnuøki Innan Glyvur
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Byrja at taka fjósið niður. Tilmæli frá T&B og Fíggjarnevnd – RS-665
Avgerð: Samtykt at taka fjósið niður. Víst verður til RS-665.


 
 
 
 
 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
23. jun 2026
Kommunustýrisfundur 18.06.2026
29. mai 2026
Kommunustýrisfundur 28.05.2026
04. mai 2026
Kommunustýrisfundur 30.04.2026
27. apr 2026
Kommunustýrisfundur 30. mars 2026
27. feb 2026
Kommunustýrisfundur 26.02.2026
06. feb 2026
Kommunustýrisfundur 29.01.2026
19. des 2025
Kommunustýrisfundur 18.12.2025
26. nov 2025
Kommunustýrisfundur 24.11.2025

Send boð til Sjóvar kommunu