Tíðindi

26. nov 2025

Kommunustýrisfundur 24.11.2025

 
Kommunustýrisfundur  24.11.2025
Møtt: Hans Anders Jacobsen, Artur Johansen, Sonni Johansen, Noomi K. Rasmussen, Jóhan H. Funn, 
Sandra L. Østerø og Drós Ellingsgaard

Umframt: Julia Kass
Skrivari: Anna E. Joensen
 
Klokkan: 17:00-18:45

Mál nr.: 211-3-2025, eykajáttanir/reguleringar á fíggjarætlan 2025
Reist av: Sjovar kommunu 
Málslýsing: Fíggjarleiðarin ger uppskot til reguleringar at leggja fyri kommunustýrið.
Avgerð: Fyrsta viðgerð. Samtykt sambært uppskot frá fíggjarleiðaranum.

Kommunufelagið – 10.000 
Hvíldarheimið Naina – 30.000
Stuðlar og systkinaavsláttur  - 10.000
Stranda skúli, rakstur – 120.000
Jóla- og nýggjárshald – 20.000
Fríðkan – 250.000
Minnisvarðar – 2.000
Gøtuljós – 20.000
Renovatión – 40.000
Egningarskúrar – 50.000
Stuðul til rentuútreiðslur – 250.000
Íalt kr. 802.000

Verður regulerað av RS-635, byggibúning – 802.000

Onnur viðgerð verður 18. desember. 

Mál nr.: 211-2-2025, fíggjarætlan 2026
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Fíggjarætlan 2026. Onnur viðgerð.
Avgerð: Figgjarætlanin fyri 2026 samtykt við aðru viðgerð.

Inntøkur: kr. 81.217.100
Útreiðslur: kr. 67.101.000
Rentur/rentustuðul:  kr. 3.146.200
Avlop: kr. 10.969.900
Avdráttir: 4.538.800
Íløgur: kr. 21.475.500
Hall: kr. 10.505.600

sum verður fíggjað við lántøku

Skattaprosent: 21
Barnafrádráttur: 8.000

Mál nr.: 542-11-2025, umsókn um frávik í byggisamtykt
Reist av: Mekon 
Málslýsing: Fyri at gera bygningin so væl sum gjørligt so tað ikki skemmar, verður søkt um frávik í byggisamtyktini til bygningin á matr. 79bt (íbúðarbygningurin niðan fyri vegin), soleiðis, at byggjast kann nærri koyrivegi á norðaru síðu.
Tøkni- og býarskipanarnevndin mælir til at játta umsóknini. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá Tøkni- og býarskipanarnevndini og geva frávik eftir umsókn.

Mál nr.: 541-12-2025, broyta byggisamtykt til deiling av sethúsum millum hæddir.
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Í almennu byggisamtyktini  §3, stk 1., punkt b, stendur:  "Bert ein sjálvstøðugur bústaður kann vera á hvørjum matrikkulnummari".

Hendan orðingin gevur avbjóðingar fyri tey, sum ynskja at deila hæddir á sethúsum í tveir matriklar.

Uppskot er tí um at broyta tekstin til niðanfyristandandi:

 " § 3. Stk 1, punkt b “Treyt fyri sundurbýti av matriklum í tveir ella fleiri matriklar til íbúðarlíknandi bygging, er, at hesir verða skipaðir í eigarafelag til umsiting av felagsatlitlum s.s. uttandura viðlíkahaldi og skilhaldi, og at vera eigarana umboð viðvíkjandi hesum atlitum mótvegis viðkomandi mynduleikum. Viðtøkur eigarfelagsins skulu fyriliggja góðkendar av byggimyndugleikanum áðrenn byggiloyvi kann útskrivast."

Tøkni- og býarskipanarnevndin mælir til at fylgja tilmælinum til broyting í byggisamtyktini. Lagt fyri kommunustýrið.

Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá Tøkni- og býarskipanarnevndini, og broyta byggisamtyktina fyri B-økini, §3, stk.1, punkt b, frá:

"Bert ein sjálvstøðugur bústaður kann vera á hvørjum matrikkulnummari".

til: " § 3. Stk 1, punkt b “Treyt fyri sundurbýti av matriklum í tveir ella fleiri matriklar til íbúðarlíknandi bygging, er, at hesir verða skipaðir í eigarafelag til umsiting av felagsatlitlum s.s. uttandura viðlíkahaldi og skilhaldi, og at vera eigarana umboð viðvíkjandi hesum atlitum mótvegis viðkomandi mynduleikum. Viðtøkur eigarfelagsins skulu fyriliggja góðkendar av byggimyndugleikanum áðrenn byggiloyvi kann útskrivast.”

Mál nr.: 547-1-2021, vinnuøki Innan Glyvur
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Vinnu- og havnanevndin mælir til at gera umhvørvisflokkingar fyri flokkarnar 1,2,3 á vinnuøkinum Innan Glyvur. 
Nevndin mælir eisini til, at søla av vinnuøkjum verður framd eftir tilmæli frá avvarandi nevnd og samtykt í kommunustýrinum. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð: Málið er ikki klárt til viðgerð, og verður tí tikið av skránni. 

Noomi fór av fundinum kl. 18:30

Mál nr.: 328-4-2022, Ítróttarhøll
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Sum avtalað á seinasta kommunustýrisfundi, skal bygginevnd veljast til ítróttarhøllina.
Avgerð: Samtykt at velja eina bygginevnd til at fyrireika bygging av ítróttarhøll á Strondum.

                                                                                                                         
 
 
 
 
 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
18. nov 2025
Jólatræið á Strondum verður tendrað
26. nov 2025
Kommunustýrisfundur 24.11.2025
26. nov 2025
HM-dystir í bygdahúsi­num á Strondum
25. nov 2025
Fíggjarætlanin fyri 2026 samtykt. Frágreiðing frá borgar­stjóra­num.
24. nov 2025
Fíggjar­nevndin 20.11.2025
24. nov 2025
Fíggjar­nevndin 22.10.2025
20. nov 2025
Broyting í byggisamtykt í Kolbeinagjógv
20. nov 2025
Kommunustýrisfundur 24. nov., kl. 17

Send boð til Sjóvar kommunu