Tíðindi
Kommunustýrisfundur 18.12.2025
Kommunustýrisfundur 18.12.2025
Møtt: Hans Anders Jacobsen, Artur Johansen, Sonni Johansen, Noomi K. Rasmussen, Jóhan H. Funn,
Sandra L. Østerø og Drós Ellingsgaard
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan:
17:00-17:30
Mál nr.: 211-3-2025, eykajáttanir/reguleringar í 2025
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Onnur viðgerð.
Kommunufelagið – 10.000
Hvíldarheimið Naina – 30.000
Stuðlar og systkinaavsláttur - 10.000
Stranda skúli, rakstur – 120.000
Jóla- og nýggjárshald – 20.000
Fríðkan – 250.000
Minnisvarðar – 2.000
Gøtuljós – 20.000
Renovatión – 40.000
Egningarskúrar – 50.000
Stuðul til rentuútreiðslur – 250.000
Íalt kr. 802.000
Verður regulerað av RS-635, byggibúning – 802.000
Avgerð: Samtykt við aðru viðgerð.
Mál nr.: 214-1-2025, Sjk., lántøka
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Neyðugt verður at taka lán til íløgur, sum eru samtyktar fyri 2026. Tilboðið frá Føroya Banka liggur í málinum. Vónandi er tilboð komið frá Betri Banka áðrenn fundin. Kommunustýrið skal samtykkja at geva fíggjarnevndini heimild til at taka av bíligasta láninum.
Avgerð: Samtykt at taka upp til kr. 20 mill. í láni til fígging av samtyktum íløgum.
Mál nr.: 541-16-2025, broyting í byggisamtykt
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Vegna broytt virksemi, er uppskot um at gera matr. nr. 123, sum er gamla smoltstøðin, til C3-øki, (serstøk byggisamtykt fyri virksemi á økinum) sambært uppskoti.
Umframt at broyta part av matr. nr. 56a, sum í dag er F-øki (almen frítíðarøki) til K-øki (landbúnaður).
Tøkni- og býarskipanarnevndin mælir til, at uppskotið verður samtykt. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at broyta byggisamtyktina fyri matr. nr. 123 á Selatrað frá F-øki (almen frítíðarøki) til serstaka byggisamtykt C3-øki (vinnuøki), og part av matr. nr. 56a frá F-øki (almen frítíðarøki) til K-øki (landbúnaður).
Mál nr.: 547-1-2021, vinnuøki Innan Glyvur
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Vinnu- og havnanevndin mælir til at gera umhvørvisflokkingar fyri flokkarnar 1,2,3 á vinnuøkinum Innan Glyvur. Uppskot til flokkingar liggur í málinum.
Avgerð: Samtykt at gera umhvørvisflokkingar fyri flokkarnar 1,2 og 3 á vinnuøkinum Innan Glyvur.
Mál nr.: 325-1-2025, Sjk., ferðavinnuætlan
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Uppskot til ferðavinnuætlan til samtyktar. Tilfar verður lagt í málið.
Avgerð: Kommunustýrið tekur undir við uppskotinum til ferðavinnuætlan.
Almennir kommunustýrisfundir í 2026
29. januar
26. februar
26. mars
30. apríl
28. mai
18. juni
27. august
24. september
29. oktober
19. november
17. desember
Fundirnir vera í kommunuskrivstovuni kl. 17:00
Mál, ið skulu fyri kommunustýrið, skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi 14 dagar undan fundinum.
Sjóvar kommuna
Mál nr. 103-2-2025 verður viðgjørt fyri afturlætnum hurðum.
Mál nr.: 103-2-2025, vaskifólk til Stranda skúla
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing:
Tvær umsóknir vóru til starvið. Mentanar- og frítíðarnevndin leggur tilmæli fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at seta annan av umsøkjarunum til starvi