Tíðindi

30. jan 2024

Kommunustýrisfundur 29. januar

 
Kommunustýrisfundur  29.01.2024
 
Møtt: Artur Johansen, Jóannes E. Markná, Steingrím Jacobsen, Rógvi R. Djurhuus, Hans Anders Jacobsen,
Súni F. Olsen og Andras Róin
 
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-19:20

Mál nr.:  103-1-2024, starvsfólk til ungdómshúsið
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Taka støðu til tilmæli frá setanarbólkinum. Verður viðgjørt fyri afturlatnum hurðum.
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá setanarbólkinum og bjóða tveimum av umsøkjarunum starv.

Mál nr.:
Lántøka til íløgur
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Fíggjarnevndin mælir til at hækka verandi lán upp til 20 mió. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at hækka verandi lán við 8 milliónum upp til 20 milliónir.

Mál nr.: 547-1-2021, vinnuøki Innan Glyvur
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Vinnu- og umhvørvisnevndin mælir til at taka av tilboði til at skipa vinnuøkið. Fíggjarnevndin mælir til at fylgja tilmælinum. Víst verður til RS-665. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá fíggjarnevndini. Víst verður til RS-665.

Mál nr.: 328-4-2022, ítróttarhøll á Strondum
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðar- og mentanarnevndini viðvíkjadi graving og planering av øki til ítróttarhøll. Nevndin mælir eisini til at gera treytað avtaluskjal um bygging av ítróttarhøll.

Broytingaruppskot frá Súna:
Taka tilmælið frá fíggjarnevndini av skrá í dag, tí tað verður ikki mett, at tað er klárt at taka støðu til. Ynskt verður, at málið verður lýst á nøktandi hátt, fyri síðani at leggja tað fyri kommunustýrið til støðutakan.

Broytingaruppskot frá Artur:
Mælt verður til at biðja Heildarverk um at liðugtprojektera ítróttarhøllina, sum vit hava fingið sum skitsuuppkot.

Avgerð:
Atkvøðugreiðsla um broytingaruppskot frá Artur: Fýra atkvøður fyri, Artur, Andras, Steingrím og Súni. Tríggjar ímóti, Jóannes, Hans Anders og Rógvi.

Atkvøðugreiðsla um broytingaruppskot frá Súna:  Fýra atkvøður fyri, Artur, Andras, Steingrím og Súni. Tríggjar ímóti, Jóannes, Hans Anders og Rógvi.

Tilmælið frá fíggjarnevndini er sostatt tikið av skrá í dag.

Mál nr.: Ikki mál
Reist av: Kongshavnar Havn
Málslýsing: Rakstrarætlan fyri 2024 til góðkenningar
Avgerð: Gjøgnumgingin og góðkend

 
 
 
 
 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
30. jun 2025
Kommunustýrisfundur 19. juni 2025
30. mai 2025
Kommunustýrisfundur 28. mai 2025
28. apr 2025
Kommunustýrisfundur 24.04.2025
28. mar 2025
Kommunustýrisfundur 27.03.2025
28. feb 2025
Kommunustýrisfundur 27. februar 2025
31. jan 2025
Kommunustýrisfundur 30.01.2025
29. jan 2025
Skip­anarfundur 10.12.2024
18. des 2024
Kommunustýrisfundur 16.12.2024

Send boð til Sjóvar kommunu