Tíðindi

29. aug 2023

Kommunustýrisfundur 28.08.2023

 
Kommunustýrisfundur  28.08.2023
 
Møtt: Artur Johansen, Jóannes E. Markná, Steingrím Jacobsen, Rógvi R. Djurhuus, Hans Anders Jacobsen og
Andras Róin
 
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-18:30

Mál nr.: 544-5-2023, breiðka Gerðavegin
Reist av: Áka Dyssegaard
Málslýsing: Umsókn um at breiðka Gerðavegin. Tøkni- og býarskipanarnevndin hevur lagt málið fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at fylgja frámælinum frá Tøkni- og býarskipanarnevndini. Umsóknin verður ikki játtað.

Mál nr.: 544-6-2021, ferðslutrygd í Sjóvarbrekku
Reist av: Erik Johannesen
Málslýsing: Tøkni- og býarskipanarnevndin mælir til ferðsluavmarkingar í Sjóvarbrekku. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykta at taka undir við Tøkni- og býarskipanarnevndini og gera Sjóvarveg, Kirkjuveg, Bøgøtu, Sjóvarbrekku og Follendisveg til 30 km/t øki. Samtykt, at ferðslan oman eftir Sjóvarbrekku skal halda av fyri ferðsluni niðan eftir.

Mál nr.: 544-24-2022, varandi orka
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Tøkni- og býarskipanarnevndin mælir til at taka av tilboðum. Lagt fyri kommunustýrið
Avgerð: Málið er ikki heilt klárt til støðutakan. Kommunustýrið er sinnað at arbeiða víðari við verkætlanini.


Mál nr.: 103-5-2023, starvsfólk til ungdómstilboð og bygdahús
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Møgulig setan av starvsfólki eftir tilmæli frá setanarbólkinum
Avgerð: Samtykt, eftir tilmæli frá setanarbólkinum, at bjóða einum av umsøkjarunum starvið.

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
30. jun 2025
Kommunustýrisfundur 19. juni 2025
30. mai 2025
Kommunustýrisfundur 28. mai 2025
28. apr 2025
Kommunustýrisfundur 24.04.2025
28. mar 2025
Kommunustýrisfundur 27.03.2025
28. feb 2025
Kommunustýrisfundur 27. februar 2025
31. jan 2025
Kommunustýrisfundur 30.01.2025
29. jan 2025
Skip­anarfundur 10.12.2024
18. des 2024
Kommunustýrisfundur 16.12.2024

Send boð til Sjóvar kommunu