Tíðindi

27. sep 2023

Kommunustýrisfundur 25.09.2023

 
Kommunustýrisfundur  25.09.2023
 
Møtt: Artur Johansen, Steingrím Jacobsen, Rógvi R. Djurhuus, Hans Anders Jacobsen, Marjun á F. Berbisá og 
Andras Róin

Umframt: Julia Kass
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-18:40

 
Mál nr.: 211-2-2023, Fíggjarætlan 2024
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Fíggjarætlan 2024. Gjøgnumgongd av uppskoti hjá fíggjarnevndini.
Avgerð: Framløgd og gjøgnumgingin.


Mál nr.: 210-1-2023, eykajáttanir 2023
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Fyrsta viðgerð. Eykajáttanir á RS-312, Skúlabólkur kr. 15.000, RS-720, Sløkkiliðið kr. 100.000, RS-810 Stuðul til rentuútreiðslur kr. 400.000, RS-820 Rentuútreiðslur kr. 400.000.
Takast av RS-581, Ítróttaranlegg, íl. Kr. -915.000. Fíggjarnevndin mælir til at samtykkja eykajáttan september 2023. Lagt fyri Kommunustýri.
Avgerð: Fyrsta viðgerð. Samtykt. Onnur viðgerð verður 23. okt.

Mál nr.: 541-2-2023, broyting í byggisamtykt
Reist av: Gunnar Holm-Jacobsen
Málslýsing: Umsókn um broyting í byggisamtyktini á Selatrað. Tøkni- og býarskipanarnevndin hevur lagt málið fyri kommunustýrið
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá Tøkni- og býarskipanarnevndini og ganga umsóknini á møti.
 

Artur luttók ikki í viðgerðini av máli nr. 542-26-2023

Mál nr.: 542-26-2023, frítíðarhús í Kolbeinagjógv
Reist av: Alexandur Johansen
Málslýsing: Frítíðarhús í Kolbeinagjógv. Tøkni- og býarskipanarnevndin mælir frá at selja alt stykkið í einum. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at fylgja frámælinum frá Tøkni- og býarskipanarnevndini. Umsóknin verður ikki gingin á møti grundað á, at kommunustýrið hevur ætlanir við økinum.
                                                                                                                                                        

Mál nr.: 540-1-2020, vetrarfriðing á Selatrað
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Fíggjarnevndin mælir til at fylgja tilmælinum frá V&U. Peningur er avsettur á RS-631. Lagt fyri kommunustýri.
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum seta arbeiðið í gongd. Víst verður til RS-631.

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
28. apr 2025
Kommunustýrisfundur 24.04.2025
28. mar 2025
Kommunustýrisfundur 27.03.2025
28. feb 2025
Kommunustýrisfundur 27. februar 2025
31. jan 2025
Kommunustýrisfundur 30.01.2025
29. jan 2025
Skip­anarfundur 10.12.2024
18. des 2024
Kommunustýrisfundur 16.12.2024
26. nov 2024
Kommunustýrisfundur 25.11.2024
05. nov 2024
Kommunustýrisfundur 28.10.2024

Send boð til Sjóvar kommunu