Tíðindi

20. jun 2023

Kommunustýrisfundur 19.06.2023

 
Kommunustýrisfundur  19.06.2023, kl. 17:00
 
Møtt: Artur Johansen, Jóannes E. Markná, Steingrím Jacobsen, Hans Anders Jacobsen, Marjun á Fr. Berbisá og Andras Róin

Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-17:45

Mál nr.: 103-4-2023, umsókn um farloyvi
Reist av: Súna F. Olsen
Málslýsing: Søkt verður um farloyvi frá kommunustýrisarbeiðinum frá 1. juli til 31. desember 2023
Avgerð: Samtykt at játta umsóknini um farloyvi galdandi frá 1. juli til 31. desember 2023. Samtykt, at varafólkið, Marjun á Fríðriksmørk Berbisá, tekur sæti í nevndarsessunum hjá Súna.

Marjun kom á fundin kl. 17:05

Mál nr.: 211-1-2023, eykajáttanir 2023
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Onnur viðgerð. Kommunustýrið samtykti við fyrstu viðgerð at taka óbrúkta játtan í 2022, kr. 1.190.000, RS-311, Lítlifløttur íløgur, av tøkum peningi. Eisini varð samtykt at játta kr. 440.000 á RS-272, Roðin, og taka peningin av RS-581, ítróttarhøllin.
Avgerð: Onnur viðgerð. Samtykt.


Mál nr.: 321-1-2023, svimjihylurin í skúlanum
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Tøkni- og býarskipanarnevndin mælir til at biðja um projektering av tøknirúmi til svimjihylin, umvæling av sjálvum hylinum og, at arbeiðið við at byggja bygning til reinsianlegg verður sett í gongd. Víst verður til RS413. Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Tøkni- og býarskipanarnevndini, og leggur málið fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum hjá Tøkni- og býarskipanarnevndini. Tekniska umsiting arbeiðir víðari við málinum.


Mál nr.: 324-2-2023, ungdómshús
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Møguliga seta fólk til ungdómshúsið eftir tilmæli frá Trivnaðar- og mentanarnevndini.
Avgerð: Samtykt at taka undir við tilmælinum frá Trivnaðar- og mentanarnevndini, og lýsa eftir fólki til ungdómshúsið og bygdahúsið. Umsitingin arbeiðir við málinum.


Andras luttók ikki í viðgerðini av máli nr. 541-21-2019

Mál nr.: 541-21-2019, Dávagerði II
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Uppskot til rammuavtalur við Bústaðir
Avgerð: Samtykt at skriva undir rammuavtalur við Bústaðir um at byggja búfelagsskap og íbúðir í Dávagerði

Mál nr.: 103-3-2023, vaskifólk til skúlan
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Seta vaskifólk til skúlan eftir tilmæli frá Trivnaðar- og mentanarnevndini. Verður viðgjørt fyri afturlatnum hurðum.
Avgerð: Samtykt at taka undir við tilmælinum frá Trivnaðar- og mentanarnevndini og seta ein av umsøkjarunum í starv.

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
30. jun 2025
Kommunustýrisfundur 19. juni 2025
30. mai 2025
Kommunustýrisfundur 28. mai 2025
28. apr 2025
Kommunustýrisfundur 24.04.2025
28. mar 2025
Kommunustýrisfundur 27.03.2025
28. feb 2025
Kommunustýrisfundur 27. februar 2025
31. jan 2025
Kommunustýrisfundur 30.01.2025
29. jan 2025
Skip­anarfundur 10.12.2024
18. des 2024
Kommunustýrisfundur 16.12.2024

Send boð til Sjóvar kommunu