Tíðindi

01. nov 2022

Kommunustýrisfundur 31.10.2022

Kommunustýrisfundur  31.10.2021
 
Møtt: Artur Johansen, Jóannes E. Markná, Steingrím Jacobsen, Rógvi R. Djurhuus, Hans Anders Jacobsen, Súni F. Olsen og Andras Róin

Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-17:40

Mál nr.:  
Reist av: Skálafjarðar Sløkkiliði
Málslýsing: Fíggjar- og íløguætan fyri 2023 at góðkenna
Avgerð: Gjøgnumgingin og góðkend.


Mál nr.:  
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Taka lán. Kommunan hevur fingið tilsøgn frá peningarstovnunum um lán uppá 14 milliónir kr., við 10 ára afturgjaldstíð. Fíggjarnevndin mælir til at tikið verður av tilboðið frá Bank Nordik, í løtuni skiftandi renta uppá 1,5%. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at tak 14 milliónir í lán frá Bank Nordik.

Mál nr.: 328-4-2022, ítróttarhøll
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá T&M um at keypa ein part av matr. nr. 601a. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at taka undir við tilmælinum frá Trivnaðar- og mentanarnevndini.


Mál nr.: 323-4-2019, spæliøkið við skúlan
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá T&M um at taka av tilboði um at gera spæliplássið liðugt fyri kr. 350.000. Víst verður til konto ÍL-413. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at taka av tilboði um at gera spæliøkið við skúlan liðugt.


Mál nr.: 211-1-2022, Fíggjarætlan 2023
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Fyrsta viðgerð av fíggjarætlan fyri 2023
Avgerð: Samtykt við fyrstu viðgerð. Onnur viðgerð verður 21. nov. 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
28. aug 2026
Kommunustýrisfundur 27.08.2026
23. jun 2026
Kommunustýrisfundur 18.06.2026
29. mai 2026
Kommunustýrisfundur 28.05.2026
04. mai 2026
Kommunustýrisfundur 30.04.2026
27. apr 2026
Kommunustýrisfundur 30. mars 2026
27. feb 2026
Kommunustýrisfundur 26.02.2026
06. feb 2026
Kommunustýrisfundur 29.01.2026
19. des 2025
Kommunustýrisfundur 18.12.2025

Send boð til Sjóvar kommunu