Tíðindi

27. sep 2022

Kommunustýrisfundur 26.09.2022

 
Kommunustýrisfundur  26.09.2021
 
Møtt: Jóannes E. Markná, Steingrím Jacobsen, Rógvi R. Djurhuus, Súni F. Olsen og Andras Róin

Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-18:30

Mál nr.: 542-21-2022, umsókn um frávik í byggisamtykt
Reist: Jógvan Fríðriksson
Málslýsing: Søkt verður um  frávik í byggisamtyktini til at byggja vindfang á sethús, matr. nr. 79bf
Avgerð: Samtykt eftir tilmæli frá Tøkni- og býarskipanarnevndini og geva frávik til hesa bygging.


Mál nr.: 545-1-2022, umsókn um at keypa jørð
Reist: Fróði Norden
Málslýsing: Søkt verður um at keypa uml. 8,5 m2 at leggja afturat matr. nr. 723. Vinnu- og umhvørvisnevndin mælir til, at umsóknin verður játtað. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at selja eftir tilmæli frá Vinnu- og umhvørvisnevndini.

Andras luttók ikki í viðgerðini av máli nr. 541-21-2019

Mál nr.: 541-21-2019
Reist: Sjóvar kommuna
Málslýsing: Tøkni- og býarskipanarnevndin hevur lagt málið fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt eftir tilmæli frá Tøkni- og býarskipanarnevndini at bjóða partar av Dávagerði út til íbúðarbygging.

Mál nr.: 328-4-2022, eykajáttanir 2022
Reist: Sjóvar kommuna
Málslýsing: Onnur viðgerð.
Eykajáttan til hesi rakstrarstøð:
ÍL-311 Frítíðarstova  kr. 3.600.000, ÍL-751 Havnin, óbrúkt játtan 2021 kr. 415.000,
ÍL-271 Roðin, óbrúkt játtan 2021 kr.     285.000

At takað av hesum rakstrarstøðum:
ÍL-571 Bygdahúsið kr. -400.000, ÍL-635 Byggibúning kr. -600.000, ÍL-671 Vegagerð      kr. -1.000.000, ÍL-781 Bátahylur kr. -300.000, ÍL-665 Vinnuøki kr. -1.000.000,
ÍL-581 Ítróttaranlegg kr. -1.000.000

Avgerð: Samtykt sambært uppskoti frá fíggjarleiðaranum, 26.09.2022

Mál nr.: 328-4-2022, ítróttarhøll
Reist: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Ítróttarhøll á Strondum
Avgerð: Kunning.


Mál nr.: 104-11-2021
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Íbúðarbygging við Hálsatjørn/Nónvarða til umrøðu
Avgerð: Samtykt at biðja sakføraran bjóða økið út av nýggjum við longri freist og tillagaðum útbjóðingartilfari.


Mál nr.: 547-1-2021, vinnuøki Innan Glyvur
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Keypa jørð frá Búnaðarstovuni til vinnuøki
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá fíggjarnevndini, og gera avtalu avtalu við Búnaðarstovuna, vísandi til tilsøgnina sum fyriliggur.

Mál nr.: 211-1-2022, fíggjarætlan 2023
Reist: Sjóvar kommuna
Málslýsing: Fyrsta viðgerð av fíggjarætlan fyri 2023.
Avgerð: Samtykt sambært uppskoti 26.sep. 2023

 
 
 
 
 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
28. apr 2025
Kommunustýrisfundur 24.04.2025
28. mar 2025
Kommunustýrisfundur 27.03.2025
28. feb 2025
Kommunustýrisfundur 27. februar 2025
31. jan 2025
Kommunustýrisfundur 30.01.2025
29. jan 2025
Skip­anarfundur 10.12.2024
18. des 2024
Kommunustýrisfundur 16.12.2024
26. nov 2024
Kommunustýrisfundur 25.11.2024
05. nov 2024
Kommunustýrisfundur 28.10.2024

Send boð til Sjóvar kommunu