Tíðindi

30. aug 2022

Kommunustýrisfundur 29.08.2022

 
Kommunustýrisfundur 29.08.2022
 
Møtt: Artur Johansen, Jóannes E. Markná, Steingrím Jacobsen, Rógvi R. Djurhuus, Hans Anders Jacobsen, Súni F. Olsen og Andras Róin
  
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-19:00

Andras luttók ikki í viðgerðini av máli nr. 541-21-2019

Mál nr.: 541-21-2019, Dávagerði ll
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Dávagerði ll. Tøkni- og býarskipanarnevndin mælir til, at uml. 1.700 fermetrar av matr. nr. 613a verða seldir til Bústaðir.
Avgerð: Samtykt at bjóða Bústaðir at keypa uml. 1.700 fermetrar av matr. nr. 613a. til at byggja búfelagsskap til Almannaverkið á.
 

Mál nr.: 321-2-2022, námsfrøðiligur stuðul til skúlan
Reist av: Stranda skúla
Málslýsing: Søkt verður um fígging til námsfrøðiligan stuðul til byrjanardeildina.
Avgerð: Samtykt at játta fígging til námsfrøðiligan stuðul í byrjanardeildina í 15 tímar um vikuna. Játtanin er galdandi til 31.12.2022.

Mál nr.: 542-27-2022, umsókn um frávik í byggisamtykt
Reist av: Bergur Johannesen
Málslýsing: Bergur søkir um frávik í samband við sethúsabygging á matr. nr. 379g. Tøkni- og býarskipanarnevndin mælir til at játta umsóknini.
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá Tøkni- og býarskipanarnevndini og játta frávik í byggisamtyktini.


Mál nr.: 211-2-2022, eykajáttanir 2022
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Fíggjarnevndin leggur málið fyri kommunustýrið. Fyrsta viðgerð.
Avgerð: Samtykt sambært tilmæli frá fíggjarleiðara. Onnur viðgerð verður 26. sep.

Mál nr. 103-8-2022 var viðgjørt fyri afturlatnum hurðum.

Mál nr.: 103-8-2022, søkja eftir arbeiðsfólki
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Tøkni- og býarskipanarnevndin mælir til at seta ein av umsøkjarunum.
Avgerð: Samtykt at bjóða einum av umsøkjarunum starvið.

 
 
 
 
 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
28. apr 2025
Kommunustýrisfundur 24.04.2025
28. mar 2025
Kommunustýrisfundur 27.03.2025
28. feb 2025
Kommunustýrisfundur 27. februar 2025
31. jan 2025
Kommunustýrisfundur 30.01.2025
29. jan 2025
Skip­anarfundur 10.12.2024
18. des 2024
Kommunustýrisfundur 16.12.2024
26. nov 2024
Kommunustýrisfundur 25.11.2024
05. nov 2024
Kommunustýrisfundur 28.10.2024

Send boð til Sjóvar kommunu