Tíðindi

07. jun 2022

Kommunustýrisfundur 23.05.2022

 
Kommunustýrisfundur  23.05.2022, Kl. 17:00
Møtt: Artur Johansen, Jóannes E. Markná, Steingrím Jacobsen, Rógvi R. Djurhuus, Hans Anders Jacobsen, 
Súni F. Olsen og Andras Róin

Umframt: Julia Kass
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-19:11

Mál nr.: Ikki mál
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Ársroknskapur fyri 2021 at undirskriva
Avgerð: Gjøgnumgingin, góðkendur og undirskrivaður


Mál nr.: Ikki mál
Reist av:Kongshavnar Havn
Málslýsing: Ársroknskapur fyri 2021 at undirskriva
Avgerð: Gjøgnumgingin og góðkendur


Mál nr.: 541-4-2022, umsókn um at broyta byggisamtykt
Reist hevur: Eyðstein Jensen
Málslýsing: Umsókn um broyting í byggisamtyktini á Selatrað
Avgerð: Sum útgangspunkt er kommunustýrið jaliga sinnað til at broyta byggisamtyktina. Hetta er tó treytað av, at ein ítøkilig ætlan, sum kommunustýrið kann góðkenna, verður løgd fyri kommunustýrið.


Mál nr.: 549-1-2022, grótbrotið við Breiðá
Reist hevur: Sjóvar kommuna
Málslýsing: Fríðkan við grótbrotið norðan fyri Morskranes
Avgerð: Trivnaðar- og mentanarnevndin arbeiðir víðari við málinum.
 

Mál nr.: 320-2-2022, sølutorg í Heygsstøð
Reist hevur: Sjóvar kommuna
Málslýsing: Fíggjarnevndin hevur lagt málið fyri kommunustýrið
Avgerð: Samtykt at taka av lægsta tilboðnum. Peningur er settur av á RS-781.


Mál nr.: 104-2-2021, byggja uppí frítíðarstovuna
Reist hevur: Sjóvar kommuna
Málslýsing: Fíggjarnevndin heitir á kommunustýrið um at seta kr. 7,8 mill. av til útbyggingina.
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá fíggjarnevndini. Víst verður til RS-311.


Mál nr.: Ikki mál
Málslýsing: Kunning um Skúlanet
Avgerð: Samtykt at skriva undir sáttmála við Undirvísingarstýrið um skúlanet. Kostnaðurin verður uml. 95.000 um árið.


Mál nr.: 103-4-2022
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Kunning um setan av varaleiðara á Lítlafløtti
Avgerð: Samtykt at søkja av nýggjum eftir varaleiðara til 30 tímar um vikuna.

 

 

 

 

 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
28. apr 2025
Kommunustýrisfundur 24.04.2025
28. mar 2025
Kommunustýrisfundur 27.03.2025
28. feb 2025
Kommunustýrisfundur 27. februar 2025
31. jan 2025
Kommunustýrisfundur 30.01.2025
29. jan 2025
Skip­anarfundur 10.12.2024
18. des 2024
Kommunustýrisfundur 16.12.2024
26. nov 2024
Kommunustýrisfundur 25.11.2024
05. nov 2024
Kommunustýrisfundur 28.10.2024

Send boð til Sjóvar kommunu