Tíðindi

03. mai 2022

Kommunustýrisfundur 26.04.2022

 
Kommunustýrisfundur  26.04.2022
 
Møtt: Artur Johansen, Jóannes E. Markná, Steingrím Jacobsen, Rógvi R. Djurhuus, Hans Anders Jacobsen,
Súni F. Olsen og Marjun á F. Berbisá
 
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 18:00-20:00

Mál nr.: Ikki mál 
Reist av: Skálafjarðar sløkkiliðið
Málslýsing: Ársroknskapur 2021 til góðkenningar
Avgerð: Gjøgnumgingin og góðkendur


Mál nr.: Ikki mál
Reist av: Roðanum
Málslýsing: Ársroknskapur 2021 til góðkenningar
Avgerð: Gjøgnumgingin og góðkendur

Mál nr.: Ikki mál
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Ársroknskapur 2021 til góðkenningar
Avgerð: Roknskapurin er ikki klárur. Tikin av skránni

Mál nr.: 104-2-2022, umsókn um frávik í skeyti
Reist av: Lis Olsen
Málslýsing: Umsókn um frávik í §3 í skeytinum
Avgerð: Samtykt at víkja frá §3 í skeytinum um, at stykkið fellur aftur til kommununa.


Mál nr.: 104-2-2021, Frítíðarstovan
Reist av: Lítlafløtti
Málslýsing: Útbygging av frítíðarstovuni. Kunning um málið
Avgerð: Kunnað um málið

Mál nr.: 541-3-2022, broyta byggisamtyktina fyri B5 og B6
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Tilmæli frá Tøkni- og býarskipanarnevndini um at strika “minsta” í greinini um frástøðu frá vegi.
Avgerð: Samtykt at broyta byggisamtyktina fyri B5 og B6, soleiðis, at í §3.2.1.1 og §3.3.1.1 kemur at standa: frástøða frá vegi er 5,0m (byggilinja móti vegi), og skal í minsta lagi 40% av samlaðu húsalongdini, tó ikki minni enn 6m húsalongd, standa hesar 5,0m frá vegi.


Mál nr.: 104-1-2022, orðing í skeyti til grundstykki
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Tilmæli frá Tøkni- og býarskipanarnevndini um at broyta §5e, so tað verður møguligt at hava tríggjar íbúðir í einum sethúsum.
Avgerð: Samtykt at broyta skeyti fyri grundstykki, soleiðis, at í §5 e) kemur at standa: e) á hvørjum grundstykki mugu, við undantak av hjalli og bilhúsi, einans verða bygd eini stakhús við einari hædd og møguligum kjallara og lofti, og við í mesta lagi tveimum íbúðum.

Broytingin verður at galda frá 26. apríl 2022.


Mál nr.: 542-4-2022, umsókn um frávik í byggisamtyktini
Reist av: Petur M. Jacobsen
Málslýsing: Petur søkir um frávik til útgólv. Tilmæli frá T&B
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá Tøkni- og býarskipanarnevndini og geva frávik vísandi til umsókn.

Mál nr.: 542-5-2022, umsók um frávik
Reist av: Marius Joensen
Málslýsing: Marius søkir um frávik til útbygning. Tilmæli frá T&B
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá Tøkni- og býarskipanarnevndini og geva frávik vísandi til umsókn.

Mál nr.: 103-2-2022, húsavørður til kommununa
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Møgulig setan av nýggjum húsavørði. Tilmæli frá T&B. Málið verður viðgjørt fyri afturlatnum hurðum.
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá Tøkni- og býarskipanarnevndini og bjóða fyrst innstillaða starvið.  


Artur luttók ikki í viðgerðini av máli nr. 103-3-2022

Mál nr.: 103-3-2022, arbeiðsfólk til fríðkan
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Tilmæli frá Trivnaðar- og mentanarnevndini. Málið verður viðgjørt fyri afturlatnum hurðum.
Avgerð: Samtykt at seta arbeiðsfólk til fríðkan, fyribils til 30. september.
 
 
 
 
 
 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
28. apr 2025
Kommunustýrisfundur 24.04.2025
28. mar 2025
Kommunustýrisfundur 27.03.2025
28. feb 2025
Kommunustýrisfundur 27. februar 2025
31. jan 2025
Kommunustýrisfundur 30.01.2025
29. jan 2025
Skip­anarfundur 10.12.2024
18. des 2024
Kommunustýrisfundur 16.12.2024
26. nov 2024
Kommunustýrisfundur 25.11.2024
05. nov 2024
Kommunustýrisfundur 28.10.2024

Send boð til Sjóvar kommunu