Tíðindi

30. nov 2021

Kommunustýrifundur 29.11.2021

 
Kommunustýrisfundur  29.11.2021
 
Møtt: Jóannes E. Markná, Steingrím Jacobsen, Rógvi R. Djurhuus, Hans Anders Jacobsen, Súni F. Olsen og 
Andras Róin
 

Umframt: Julia Kass, Tummas Johannesen og Bárður Danielsen
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-19:15

Mál nr.: 211-2-2021, eykajáttanir 2021
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Eykajáttanir 2021
Avgerð: Onnur viðgerð. Samtykt.
Heilsumiðstøðin RS-220 100 tkr.,
Skúlabólkur RS-312 220 tkr.,
Systkinaavsláttur RS-390 20 tkr.,
Stranda skúli RS-412 60 tkr.,
Stuðul til ítrótt RS-550 20 tkr.,
Venjingarhøli RS-554 100 tkr.,
Kirkjugarðar RS-640 50 tkr.,
Maskinamboð RS-690 20 tkr.,
Grótbrot RS-730 150 tkr.,
Bátahylar RS-780 100 tkr.,
Rentuinntøkur RS-822 25 tkr.

At flyta av: Lítlifløttur RS-310 300 tkr., Stuðul til mentan RS-552 120 tkr., Fríðkan RS-620 195 tkr.,
Havnin RS-750 250 tkr..

Stranda skúli RS-413 120 tkr.,
Bygdahúsið RS-571 310 tkr.

Eykajáttan íløgur 2021, mál nr. 104-16-2021, Roðin
Roðin RS-271 600 tkr.

Eykajáttaninar til íløgur verða fíggjaðar við innistandandi peningi.

Mál nr.: 211-1-2021, fíggjarætlan 2022
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Fíggjarætlan fyri 2022 skal samtykkjast. Skattaprosent og barnafrádráttur.
Avgerð: 
Onnur viðgerð. Samtykt.

Inntøkur:     57.817.300
Útreiðslur:   52.051.400
Avlop:            5.765.900           
Avdráttir:       5.591.200
Íløgur:          22.255.000
Hall:             22.080.300

Sum verður fíggjað við kr. 16.000.000 í lántøku og restin við tøkum peningi.

Skattaprosentið verður 21
Barnafrádrátturin verður kr. 7.000
 

Mál nr.: 541-20-2020, almenn byggisamtykt
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Uppskot um almennu byggisamtyktina til samtyktar.
Avgerð: Samtykt sambært uppskoti.

Mál nr.: 104-11-2021, bjóða matr. 79bs og 79bt til íbúðarbygging
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Tøkni- og býarskipanarnevndin leggur uppskot til útbjóðingartilfar fyri kommunustýrið. Nevndin mælir til, at fermeturprísurin verður kr. 400,00, og at advokatur taka sær av málinum.
Avgerð: Uppskotið góðkent. Tá byggisamtyktin er broytt, verður arbeiðið við at bjóða økini út sett í gongd. 


Mál nr.: 104-14-2021, Reglugerð um óljóð frá skipum
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Felagskommunal reglugerð at samtykkja.
Avgerð: Samtykt at taka undir við reglugerðini um óljóð frá skipum.


 
 
 
 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
28. apr 2025
Kommunustýrisfundur 24.04.2025
28. mar 2025
Kommunustýrisfundur 27.03.2025
28. feb 2025
Kommunustýrisfundur 27. februar 2025
31. jan 2025
Kommunustýrisfundur 30.01.2025
29. jan 2025
Skip­anarfundur 10.12.2024
18. des 2024
Kommunustýrisfundur 16.12.2024
26. nov 2024
Kommunustýrisfundur 25.11.2024
05. nov 2024
Kommunustýrisfundur 28.10.2024

Send boð til Sjóvar kommunu