Tíðindi

31. aug 2021

Kommunustýrisfundur 30.08.2021

 
Kommunustýrisfundur 30.08.2021
 
Møtt: Jóannes E. Markná, Steingrím Jacobsen, Rógvi R. Djurhuus, Hans Anders Jacobsen, Súni F. Olsen og 
Andras Róin
 
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-18:30

Mál nr.: 546-1-2019, Vinnuøki og bryggja á Hulki
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Fyrsta viðgerð. Samtykt er at leggja betong og armering (20 cm við 8 mm við tveimum løgum av armering) Hetta ger, at neyðugt verður við eykajáttan. Fíggjarnevndin hevur lagt málið fyri kommunustýrið.
Avgerð:Fyrsta viðgerð av eykajáttan. Samtykt at fylgja tilmælinum frá fíggjarnevndini, og játta kr. 370.000 á RS-751. Onnur viðgerð verður 27. sep.   
 

Mál nr.: 542-26-2021, umsókn um byggiloyvi
Reist av: André F. Danielsen
Málslýsing: Søkt verður um loyvi at gera garð við sethús á matr. nr.554 á Strondum. Tøkni- og býarskipanarnevndin leggur málið fyri kommunustýrið.
Avgerð: Loyvi verður ikki givið til umsóknina til at stoypa garð.

Mál nr.: 321-3-2021, lyfta í skúlanum
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Uppskot er komið til loysn til lyft(ir) í skúlanum. Tøkni- og býarskipanarnevndin heitir á kommunustýrið um at seta peningin av til hetta á fíggjarætlanini fyri 2022.
Avgerð: Samtykt at seta tvær nýggjar lyftir upp í skúlanum. Peningurin verður settur av á fíggjarætlanini fyri 2022.


 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
28. apr 2025
Kommunustýrisfundur 24.04.2025
28. mar 2025
Kommunustýrisfundur 27.03.2025
28. feb 2025
Kommunustýrisfundur 27. februar 2025
31. jan 2025
Kommunustýrisfundur 30.01.2025
29. jan 2025
Skip­anarfundur 10.12.2024
18. des 2024
Kommunustýrisfundur 16.12.2024
26. nov 2024
Kommunustýrisfundur 25.11.2024
05. nov 2024
Kommunustýrisfundur 28.10.2024

Send boð til Sjóvar kommunu