Tíðindi

26. jan 2021

Kommunustýrisfundur 25.01.2021

 
Kommunustýrisfundur 25.01.2021
 
Møtt: Artur Johansen, Rógvi R. Djurhuus, Steingrím Jacobsen, Andras Róin, Hans Anders Jacobsen, Súni F. Olsen og Jóannes E. Markná
 

Umframt: Tummas Johannesen
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-19:45

 
Málslýsing:
Velja umboð í Barnaverndartænastuna
Avgerð: Samtykt at velja Mariann D. Poulsen og Bjørg Olsen sum okkara umboð í Barnaverndartænastuni.

 
Málslýsing:
Velja valstýri fyri Sjóvar kommunu
Avgerð: Samtykt at velja Petur Jákupsson, Eyðstein Heinesen, Lis Weihe og Mass Djurhuus.
Eykalimir verða Rosa Joensen og Selma Johansen.


Málslýsing:
Grannskoðaraprotokoll at skrivað undir
Avgerð: Gjøgnumgingin og undirskrivað.

Mál nr.: 104-7-2020 – broyting í kommunustýrisskipan
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Uppskot til broyting í kommunustýrisskipan
Avgerð: Samtykt sambært uppskoti. Onnur viðgerð verður 22. feb.

Mál nr.: 104-8-2020 – broyting í fundarskipan
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Uppskot til broyting í fundarskipan.
Avgerð: Samtykt sambært uppskoti. Onnur viðgerð verður 22. feb.

 

Andras Róin luttók ikki í viðgerðini av máli nr. 541-5-2020

Mál nr.: 541-5-2020 – broyta byggisamtykt við Lágarvegin
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Ein viðmerking er komin til ætlaðu broytingina í byggisamtyktini.
Avgerð: Viðmerkingin um ferðslutrygdina við Lágarvegin viðgjørd. Vísandi til, at kommunustýrið longu hevur viðgjørt henda trupulleika, verður málið útsett til almenna byggisamtyktin fyri Sjóvar kommunu er endurskoðað.
 

Mál nr.: 216-3-2019 – bygdahúsið, dagføringar
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Tøkni- og býarskipanarnevndin nevnd mælir til, at hemsin í lítlasali verður tikin niður, at loftið í lítlasali verður upp undir hanabjálkarnar, og ventilatiónin verður uppi undir loftinum. Nevndin mælir til, at trappa verður millum kjallara og miðhædd.
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá Tøkni- og býarskipanarnevndini.
 

Mál nr.: 541-19-2020 – broyting í byggisamtykt, 79bs og 79bt
Reist av: Sjóvar kommunu
Avgerð: Málið útsett til almenna byggisamtyktin fyri Sjóvar kommunu er endurskoðað.
 
 
 
 
 
 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
30. jun 2025
Kommunustýrisfundur 19. juni 2025
30. mai 2025
Kommunustýrisfundur 28. mai 2025
28. apr 2025
Kommunustýrisfundur 24.04.2025
28. mar 2025
Kommunustýrisfundur 27.03.2025
28. feb 2025
Kommunustýrisfundur 27. februar 2025
31. jan 2025
Kommunustýrisfundur 30.01.2025
29. jan 2025
Skip­anarfundur 10.12.2024
18. des 2024
Kommunustýrisfundur 16.12.2024

Send boð til Sjóvar kommunu