Tíðindi

15. des 2020

Kommunustýrisfundur 14.12.2020

Kommunustýrisfundur 14.12.2020
Møtt: Artur Johansen, Jákup Berthelsen, Pole J. Hansen, Anfinn Gærdum, Súni F. Olsen, Lisa Frederiksberg, Steingrím Jacobsen

Umframt: Julia Kass
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-18:10
Viðmerkingar: Lisa kom á fundin kl. 17:30

 

Mál nr.: 103-2-2020 – Vaskifólk til skúlan
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Málið verður viðgjørt fyri afturlatnum hurðum. Trivnaðarnevndin hevur innstillað ein umsøkjara til starvið, og ein til avloysarastarv
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá trivnaðarnevndini og bjóða einum umsøkjara starvið og einum avloysarastarv.

Almennir kommunustýrisfundir í 2021
Avgerð: 25. jan., 22. feb., 29. mars, 26. apríl, 25. mai, 14. juni, 30. august, 27. sep., 25. okt., 22. nov., 13. des.
Viðmerkingar: Fundirnir byrja kl. 17:00

Mál nr.: 104-9-2019 – Gamla missiónshúsið
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Onnur viðgerð av eykajáttan til niðurtøku av gamla missiónshúsinum
Avgerð: Samtykt

Mál nr.: 211-2-2020 – Eykajáttanir 2020
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Onnur viðgerð av eykajáttanum fyri 2020
Avgerð: Samtykt við aðru viðgerð sambært uppskoti frá fíggjarleiðaranum.

Mál nr.: 104-1-2019 – Talgildu Føroyar
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Onnur viðgerð av eykajáttan til Talgildu Føroyar.
Avgerð: Samtykt

Mál nr.: 546-4-2020 – Pullartar á Hulki
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Fíggjarnevndin mælir til at gera pullartar á Hulki. Víst verður til RS-751.
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum hjá Vinnunevndini. Víst verður til RS-751

Mál nr.: 541-21-2020 – Keypa jørð frá kommununi
Reist av: Hans Petur Jacobsen 
Málslýsing: Hans Petur ynskir at keypa uml. 60 m2 av matr. nr. 366a. Tekniska nevnd mælir frá at játta umsóknini.
Avgerð: Samtykt at fylgja frámælinum hjá teknisku nevnd og ikki ganga umsóknini á møti.

Mál nr.: 541-10-2019 – Broyting í byggisamtykt við Mógvabogar
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: UVMR mælir frá, at broytingin verður framd. Tekniska nevnd hevur lagt málið fyri kommunustýrið.
Avgerð: Málið útsett. Arbeiða víðari við málinum.

Mál nr.: 216-3-2019 – Bygdahúsið, dagføringar
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Tekniska nevnd mælir til, at svalin verður tikin niður. At bjálvað verður upp undir loftið í lítlasali og kjallara, og at altan verður gjørt við framsíðu av glasi. Mælt verður eisini til, at luftútskiftisviðurskiftini vera tikin við beinanvegin, og at tilboð verða innheintað. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at bjálva upp undir loftið í lítlasali og kjallara. Samtykt at gera altan suðureftir við framsíðu av glasi. Samtykt, at luftúskiftisviðurskiftini verða tikin við beinanvegin. Málið um svalan verður útsett til næsta kommunustýri at taka støðu til.

Mál nr.: 321-2-2019 – Umsókn um nýggjar talvur til skúlan
Reist av: Stranda skúla 
Málslýsing: Fíggjarnevndin mælir til tríggjar nýggjar samvirknar talvur verður keyptar. Víst verður til RS-413 í 2021. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá fíggjarnevndini. Víst verður til RS-412 í 2021.

Anfinn luttók ikki í viðgerðini av máli nr. 423-1-2019
Mál nr.: 324-1-2019 – Umsókn um stuðul til neyst
Reist av: Stráluni 
Málslýsing: Fíggjarnevndin mælir til at tikið verður av tilboði uppá útgerð til Stráluneystið. Víst verður til RS-581. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá fíggjarnevndini, og taka av tilboði uppá útgerð til Stráluneystið. Kr. 114.210,28 uttan MVG. Víst verður til RS-581.

Mál nr.: 541-23-2019 – Summarhús á Selatrað
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Tekniska nevnd mælir til, at málið verður lokað.
Avgerð: Loka málið.

Mál nr.: 542-47-2019 – Summarhús á Selatrað
Reist av: Regin Jacobsen 
Málslýsing: Tekniska nevnd hevur lagt málið fyri kommunustýrið.
Avgerð: Málið verður lokað.

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
30. jun 2025
Kommunustýrisfundur 19. juni 2025
30. mai 2025
Kommunustýrisfundur 28. mai 2025
28. apr 2025
Kommunustýrisfundur 24.04.2025
28. mar 2025
Kommunustýrisfundur 27.03.2025
28. feb 2025
Kommunustýrisfundur 27. februar 2025
31. jan 2025
Kommunustýrisfundur 30.01.2025
29. jan 2025
Skip­anarfundur 10.12.2024
18. des 2024
Kommunustýrisfundur 16.12.2024

Send boð til Sjóvar kommunu