Tíðindi

29. sep 2020

Kommunustýrisfundur 28.09.2020

 
Kommunustýrisfundur 28.09.2020
 
Møtt: Artur Johansen, Lisa Frederiksberg, Steingrím Jacobsen, Anfinn Gærdum, Jákup Berthelsen, Súni F. Olsen og Pole J. Hansen
 
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-18.30
 
 
 
Mál nr.: 542-40-2020
Reist av: John Danielsen
Málslýsing: Umsókn um frávik í byggisamtykt
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá teknisku nevnd, og geva frávik í byggisamtyktini fyri matr. nr. 79af og 79ag oman fyri vegin. Byggifeltið verður víðkað soleiðis, at vinkulin á 45 gradir ikki verður galdandi.


Mál nr.: 541-12-2020
Reist av: Páll Weihe
Málslýsing: Umsókn um broyting í byggisamtykt
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá teknisku nevnd. Byggisamtyktin fyri Selatrað verður broytt soleiðis, at matr. nr. 100n verður broytt frá K-øki (landbúnaður) til B-øki (sethúsaøki).

 

Mál nr.: 541-6-2018
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Øki til raðhús og íbúðir
Avgerð: Málið er ikki klárt. Útsett til næsta fund.
 

Mál nr.: 541-14-2020
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Broyting í byggisamtykt í Follendi
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá teknisku nevnd og broyta byggisamtyktina, soleiðis, at matr. nr. 113 í Follendi verður broytt frá K-øki (landbúnaður) til B-øki (sethúsaøki).

Mál nr.: 541-5-2020
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Broyting í byggisamtykt við Lágarvegin
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá teknisku nevnd.

 

Mál nr.:  
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Uppskot til samtyktar um at keypa matr. nr. 555 á Strondum
Avgerð: Samtykt at keypa matr. nr. 555 á Strondum fyri kr. 3.000.000. Keypið verður fíggjað við lántøku.
 

Mál nr.: 211-2-2020
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Eykajáttanir 2020. Fyrsta viðgerð.
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá fíggjarnevndini. Onnur viðgerð verður 26. okt.
Viðmerkingar: Fíggjarnevndin mælir til kr. 2 mió. í eykajáttan í sambandi við keyp av matr. nr 555 á Strondum. Víst verður til RS131.
 
Artur bað um at fáa mál nr. 546-2-2020, Sp/f C. Christiansen, frysti- og goymslutunlar á Hulki.
Einmælt samtykt.

Mál nr.: 546-2-2020
Reist av: Sp/f C.Christiansen
Málslýsing: Frysti- og goymslutunlar á Hulki
Avgerð: Samtykt at geva Sp/f C. Christiansen principiella tilsøgn um lendi, so arbeiðast kann víðari við verkætlanini.

Mál nr.: 328-8-2020
Reist av: Sjóvar fornminnafelag
Málslýsing: Umsókn um stuðul til húsagrund
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá trivnaðarnevndini og játta kr. 35.000 í stuðli.
 

Mál nr.: 328-7-2020
Reist av: Sjóvar fornminnafelag
Málslýsing: Umsókn um fastan stuðul
Avgerð: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla fornminnafelagnum við 30.000 um árið, treytað av, at umsókn við góðkendum roknskapi verður send kommununi. Samtykt at taka undir við uppskotinum frá trivnaðarnevndini.

 
 
 
 
 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
30. jun 2025
Kommunustýrisfundur 19. juni 2025
30. mai 2025
Kommunustýrisfundur 28. mai 2025
28. apr 2025
Kommunustýrisfundur 24.04.2025
28. mar 2025
Kommunustýrisfundur 27.03.2025
28. feb 2025
Kommunustýrisfundur 27. februar 2025
31. jan 2025
Kommunustýrisfundur 30.01.2025
29. jan 2025
Skip­anarfundur 10.12.2024
18. des 2024
Kommunustýrisfundur 16.12.2024

Send boð til Sjóvar kommunu