Tíðindi

28. apr 2020

Kommunustýrisfundur 27.04.2020

Kommunustýrisfundur 27.04.2020 
Møtt: Artur Johansen, Steingrím Jacobsen, Anfinn Gærdum, Jákup Berthelsen, Súni F. Olsen og Pole J. Hansen  


Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-20:10


Mál nr.:   
Reist av:  Skálafjarðar Sløkkiliðið 
Málslýsing: Roknskapur 2019 at góðkenna
Avgerð: Gjøgnumgingin og góðkendur.

 

Mál nr.:   
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Velja umboð í Barnaverndartænastuna við Skálfjørðin
Avgerð: Samtykt at velja Aage Dyssegaard sum umboð í Barnaverndartænastuna við Skálafjørðin.


Mál nr.:  542-11-2020 
Reist av:  Karstin Justesen 
Málslýsing: Umsókn um frávik í byggisamtyktini
Avgerð: Útsett til næsta fund. Umsitingin arbeiðir við málinum.

 

Mál nr.:  104-7-2019 
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Trivnaðarkanning
Avgerð: Samtykt at taka undir við frámælinum frá trivnaðarnevndini.

 

Mál nr.:  541-3-2020 
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Sundurbýti millum matr. nr. 9 og “ag”
Avgerð: Samtykt at taka undir við tilmælinum frá teknisku nevnd um frávik.

 

Mál nr.:  542-8-2020 
Reist av:  Turid Askham 
Málslýsing: Umsókn um frávik
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá teknisku nevnd um frávik.

 

Mál nr.:  541-5-2020 
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Broyta byggisamtyktina við Lágarvegin
Avgerð: Samtykt at broyta byggisamtyktina fyri matr. nr. 27a frá sethúsaøki til íbúðarøki. Umsitingin ger ásetingar og uppskot til nýggja byggisamtykt. 

 

Mál nr.:  544-11-2018 
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Vatn í Follendi
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá fíggjarnevndini og taka at tilboði um at gera stuðlamúr. Víst verður til RS-671.

 

Mál nr.:  216-3-2019 
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Bygdahúsið - dagføringar
Avgerð: Samtykt at samstarva við veitara og seta arbeiðið í gongd. Eystursíðan verður klødd og vindeygu skift. Víst verður til RS-571.

 

Mál nr.:  104-4-2020 
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Keypa grundstykkir aftur
Avgerð: Umsitingin arbeiðir við málinum.

 

Mál nr.:   
Reist av:   
Málslýsing: Hvussu skal niðari vegurin við Hálsatjørn eita?
Avgerð: Samtykt, at niðari vegurin skal eita “við Nónvarða”

 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
30. jun 2025
Kommunustýrisfundur 19. juni 2025
30. mai 2025
Kommunustýrisfundur 28. mai 2025
28. apr 2025
Kommunustýrisfundur 24.04.2025
28. mar 2025
Kommunustýrisfundur 27.03.2025
28. feb 2025
Kommunustýrisfundur 27. februar 2025
31. jan 2025
Kommunustýrisfundur 30.01.2025
29. jan 2025
Skip­anarfundur 10.12.2024
18. des 2024
Kommunustýrisfundur 16.12.2024

Send boð til Sjóvar kommunu