Tíðindi

27. aug 2019

Kommunustýrisfundur 26.08.2019

Kommunustýrisfundur 26.08.2019

Møtt: Artur Johansen, Lisa Frederiksberg, Steingrím Jacobsen, Anfinn Gærdum, Jákup Berthelsen, Súni F. Olsen og Pole J. Hansen.

Skrivari: Anna E. Joensen

Klokkan: 17:00-19:45

 

Mál nr.:  103-2-2019 
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Vaskifólk til skúlan
Avgerð: Samtykt at seta ein av umsøkjarunum. 

 

Mál nr.:  104-9-2019 
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Gamla missiónshúsið
Avgerð: Umsitingin arbeiðir við málinum.

 

Mál nr.:  541-14-2019 
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Grundstykkjaprísir
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá teknisku nevnd. Grundstykkjaprísurin í bygdunum Selatrað, Morskranes, Kolbeinagjógv og Innan Glyvur verður kr. 200,00 fyri fermeturin.

 

Mál nr.:  542-31-2019 
Reist av:  Ragnhard Petersen 
Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá teknisku nevnd og gera frávik í byggisamtyktini, vísandi til, at lendi ger, at tað verður ringt at halda seg til byggisamtyktina.

 

Mál nr.:  541-18-2019 
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Broyting í byggisamtykt við Sjógv
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá teknisku nevnd og broyta byggisamtyktina við Sjógv sambært uppskoti frá teknisku umsiting.

 

Mál nr.:  541-15-2019 
Reist av:  Eliesar F. Høj 
Málslýsing: Umsókn um jørð
Avgerð: Samtykt at játta umsóknini.

 

Mál nr.:  17/00039 
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Hølisviðurskifti á Lítlafløtti
Avgerð: Samtykt við aðru viðgerð, at játta kr. 2,5 mió. á RS-311, sum skal fíggjast við lántøku.

 

Mál nr.:  541-11-2019 
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Útstykking Innan Glyvur
Avgerð: Samtykt við aðru viðgerð, at játta kr. 600.000 á RS-635.

 

Mál nr.:  541-8-2019 
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Broyting í byggisamtykt í Gerðastøð
Avgerð: Samtykt at broyta byggisamtyktina í Gerðastøð sambært uppskoti. K-øki verður broytt til G-øki frá matr. nr. 29 til og við matr. nr. 575.

 

Mál nr.:  542-15-2019 
Reist av:  Sjóvar kommunu  
Málslýsing: Umvæling í bygdahúsinum
Avgerð: Samtykt við aðru viðgerð at játta kr. 150.000 - á RS-570 - av tøkum peningi.

 

Mál nr.:  432-1-2019 
Reist av:  Kommunulækna 4  
Málslýsing: Umsókn um játtan til amboð
Avgerð: Samtykt við aðru viðgerð at játta kr. 30.000 + MVG av tøkum peningi.


Borgarstjórin biður um at fáa hesi mál á skrá:
Mál nr. 2013-40-0019, Spreinging í grótbrotinum
og mál nr. 328-11-2019, Amboð til styrkirúm í ítróttarhøllini á Skála.
Samtykt.

 

Mál nr.:  2013-40-0019 
Reist av:  Sjóvar kommunu   
Málslýsing: Spreinging í grótbrotinum
Avgerð: Eykajáttan, fyrsta viðgerð. Samtykt at fylgja tilmælinum frá fíggjarnevndini og flyta kr. 500 tkr. Frá 2018, og hækka játtanina við 300 tkr. til íalt 800 tkr. á RS-730 at taka av tøkum peningi. Onnur viðgerð verður 30. sep.

 

Mál nr.:  328-11-2019 
Reist av:  Sjóvar kommunu   
Málslýsing: Styrkirúm í ítróttarhøllini á Skála
Avgerð: Eykajáttan, fyrsta viðgerð. Samtykt at fylgja tilmælinum frá fíggjarnevndini og játta kr. 200 tkr. til amboð til styrkirúmið í ítróttarhøllini á Skála, sambært tilboði 31265/1, dagf. 13.08.2019, bókað á RS-550, taka av tøkum peningi. Játtanin er treytað av, at Sjóvar- og Runavíkar kommuna bera hvør sína helvt av kostnaðinum. Onnur viðgerð verður 30. sep. 

 

Málslýsing: Skriv um at bjóða nýggja vinnuøkið út.
Avgerð: Umrøtt
Viðmerkingar:  

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
19. mar 2024
Kommunustýrisfundur 18.03.2024
28. feb 2024
Kommunustýrisfundur 26.02.2024
30. jan 2024
Kommunustýrisfundur 29. januar
12. des 2023
Kommunustýrisfundur 11.12.2023
21. nov 2023
Kommunustýrisfundur 20.11.2023
24. okt 2023
Kommunustýrisfundur 23.10.2023
27. sep 2023
Kommunustýrisfundur 25.09.2023
29. aug 2023
Kommunustýrisfundur 28.08.2023

Send boð til Sjóvar kommunu