Tíðindi

21. jun 2019

Kommunustýrisfundur 20.06.2019

Kommunustýrisfundur 20.06.2019  
Møtt: Artur Johansen, Lisa Frederiksberg, Steingrím Jacobsen, Anfinn Gærdum, Jákup Berthelsen, Súni F. Olsen og Pole J. Hansen  

Skrivari: Anna E. Joensen 
Klokkan: 17:00-20:12 


Mál nr.:  17/00039  
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Hølisviðurskifti á Lítlafløtti 
Avgerð: Samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini og játta kr. 2,5 mió. kr. á RS-311, fíggjað við lántøku. 


Mál nr.:  541-11-2019  
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Útstykking Innan Glyvu
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá fíggjarnevndini og játta kr. 600.000 á RS-635 til útstykking Innan Glyvur. 


Mál nr.:  542-15-2019  
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Umvæling í bygdahúsinum 
Avgerð: Samtykt at játta kr. 150.000 til at gera gólvið í kjallaranum í bygdahúsinum. RS-570 av tøkum peningi. 


Mál nr.:  541-13-2019  
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Broyting í byggisamtykt fyri G-økini 
Avgerð: Samtykt at broyta byggisamtyktina fyri G-økini sambært tilmæli frá teknisku nevnd.


Mál nr.:    
Reist av:  HIMR 
Málslýsing: Skjóta tvey fólk upp til friðingarnevndir 
Avgerð: Sjóvar kommuna hevur tvey uppskot til limir í friðingarnevndunum. 


Mál nr.:    104-7-2019
Reist av:   Sjóvar kommunu
Málslýsing: Trivnaðarkanning 
Avgerð: Arbeiða víðari við málinum.  Seks atkvøður fyri og ein ímóti. Pole atkvøddi ímóti. 


Mál nr.:  104-8-2019
Reist av:  Sjóvar kommunu  
Málslýsing: Hvat skulu vit brúka Raktanga til? 
Avgerð: Málið umrøtt. Arbeiða víðari.


Vinnunevndin heitir á kommunustýrið um at seta mál nr. 546-1-2019 á skrá. Samtykt. 
Mál nr.:  546-1-2019  
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Vinnuøki og bryggja á Hulki 
Avgerð: Vinnunevndin saman við umsitingini arbeiðir víðari við málinum. 


Trivnaðarnevndin heitir á kommunustýrið um at fáa hesi málið á skrá: 
Mál nr. 323-4-2019, nýtt spæliøki við Stranda skúla 
og mál nr. 432-1-2019, Kommunulækni 4, umsókn um játtan til amboð. 
Samtykt. 

 

Mál nr.:  323-4-2019  
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Spæliøki við skúlan 
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá trivnaðarnevndini og byrja upp á arbeiði til nýtt spæliøki við skúlan. 


Mál nr.:  432-1-2019  
Reist av:  Kommunulækna 4, Strendur 
Málslýsing: Umsókn um játtan til at keypa útgerð til læknaviðtaluna. 
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá trivnaðarnevndini, verður tikið av tøkum peningi. 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
30. jun 2025
Kommunustýrisfundur 19. juni 2025
30. mai 2025
Kommunustýrisfundur 28. mai 2025
28. apr 2025
Kommunustýrisfundur 24.04.2025
28. mar 2025
Kommunustýrisfundur 27.03.2025
28. feb 2025
Kommunustýrisfundur 27. februar 2025
31. jan 2025
Kommunustýrisfundur 30.01.2025
29. jan 2025
Skip­anarfundur 10.12.2024
18. des 2024
Kommunustýrisfundur 16.12.2024

Send boð til Sjóvar kommunu