Tíðindi
Fundur í Tøkni-og Vinnunevndini 18.august 2026
Tøkni- og Vinnunevndin 18.08.2026
Møtt:Sandra Ljósá Østerø, Sonni Johansen Formaður, Drós Ellingsgaard
Umframt: Hans Anders Jacobsen, Jóhan H Funn og Tummas Johannesen
Skrivari: Jóhan Blábjørg
Klokkan: 15:00- 17:00
Mál nr.:542-4-2025 Lítlifløttur, goymslurúm til Frítíðarstovuna
Reist av:Lítlafløtti
Dagf.:13/3-2025
Málslýsing:Goymslurúm skal gerast í Lítlafløtti. Nú er so nýtt uppskot og tilboð komið sum er til viðgerðar.
Avgerð:Nevndin mælir til at gera skúrin. Lagt fyri fíggjarnevndina.
Mál nr.:542-14-2026 Ljóðviðurskifti i frítíðarstovuni
Reist av:Lítlafløtti
Dagf.:24/4-2026
Málslýsing:Ljóðviðurskiftini í Lítlafløtti eru ikki góð. Kanning er gjørd hvussu vit bøta best um tað.
Nevndin verður kunna um kanningina.
Avgerð: Nevndin kunna um málið. Umsitingin saman við leiðsluni í barnagarðinum kannar kostnaðin av at gera ljóðviðurskiftini betri.
Mál nr.:542-27-2026 Umsókn um frávik í byggisamtyktini, matr. nr. 79bg.
Reist av:Maria Fagradal
Dagf.:15/6-2026
Málslýsing:Maria og Andrias Fagradal søkja um meira frávik til vindfangi á matr 79bg.
Tekniska umsiting hevur gjørt tilmæli til umsøknina.
Nevndin skal viðgerða umsóknina og tilmæli.
Avgerð: Nevndin mælir til at fylgja tilmælinum frá teknisku umsitingini. Lagt fyri kommunustýri.
Mál nr.:104-9-2026 Uppskot um broyting av treytum fyri kommunal grundstykki
Reist av:Eyð J Smedemark
Dagf.:14/8-2026
Málslýsing:Uppskot er komið frá borgara, um at broyta treytirnar fyri kommunal grundstykkir.
Avgerð:Tekniska umsitingin ger tilmæli/nýtt uppskot fyri treytirnar.
Mál nr.:546-1-20125 : Havnaútbygging
Reist av:Sjóvar kommunu
Málslýsing:Kunning um havnaútbyggingina á Hulki
Avgerð:Nevndin kunna um málið.
Mál nr.:541-1-2026 Íbúðarverkætlanin á Lághálsar
Reist av:Sjóvar kommunu
Dagf.:30/3-2026
Málslýsing:Uppskot eru komin inn um íbúðarverkætlan á Lághálsi,, matr 234a.
Viðgerast skal m.a um uppskotið er nøktandi.
Avgerð:Nevndir mælir til at taka av tilboðnum. Lagt fyri kommunustýrið
Mál nr.:324-6-2026: umsókn um stuðul til umvæling av brúgv við Mikladal
Reist av:Artur Johansen
Dagf.:20/4-2026
Málslýsing:Umsøkn er komin um stuðul til at endurbyggja brúnna í Miklagarði á Strondum.
Peningur er játtaður á fíggjarætlanini til viðlíkahald av slíkum. Umsóknin er til viðgerðar
Avgerð:Nevndin samtykt um at játta umsóknini.
Mál nr.:104-12-2025: Strandatún 9
Reist av:Sjóvar kommunu
Dagf.:14/8-2026
Málslýsing:Húsið er í ringum standi, og er ein útreiðsla fyri kommununa. Hvat vilja vit við Strandatún 9?
Avgerð: Nevndin mælir til at taka húsið niður. Lagt fyri kommunustýrið