Tíðindi
Fundur í Tøkni-og Vinnunevndini 14. septembur 2026
Møtt: Sonni Johansen Formaður, Sandra Ljósá Østerø og Drós Ellingsgaard
Umframt: Hans Anders Jacobsen, Tummas Johannesen og Jóhan Funn
Skrivari:Jóhan Blábjørg
Klokkan:16:00-17:00
Mál nr.:542-8-2026 WC Skúrð á Selatrað
Reist av:Sjóvar kommunu
Dagf.:13/3-2026
Málslýsing: Nýggjur vesiskúrur skal gerast á Selatrað. Peningur er játtaður á fíggjarlógini kr 300.000 Tilboð er komið um at gera nýtt vesi. Eisini er tilmæli komið frá teknisku deild. Tilboðið og tilmæli er til viðgerðar.
Avgerð:Nevndin mælir til at fylgja tilmælinum frá teknisku umsitingini. Lagt fyri fíggjarnevndina.
Mál nr.:542-14-2026: Ljóðviðurskiftini í frítíðarstovuni
Reist av:Lítlafløtti
Dagf.:24/4-2026
Málslýsing: Á seinast fundi bleiv kanningin um ljóðviðurskiftini løgd framm. Umsitingin skuldi so kannað kostnaðin fyri at bøta um viðurskiftini.Tilmæli frá teknisku umsitingini og barnagarðinum er skrivað. Tilmæli er til viðgerðar.
Avgerð:Nevndin mælir til at fylgja tilmælinum frá teknisku umsitingini. Lagt fyri fíggjarnevndina.
Mál nr.:104-9-2026: Uppskot um broyting av treytum fyri grundstykkir
Reist av:Eyð J Smedemark
Dagf.:11/8-2026
Málslýsing:Uppskot er komið frá borgara, um at broyta treytirnar fyri kommunal grundstykkir.
Tekniska umsitingin hevur gjørt frámæli. Frámæli er til viðgerðar.
Avgerð:Nevndin mælir til at fylgja frámælinum frá teknisku umsitingini. Lagt fyri kommunustýrið
Mál nr.:548-1-2026: Træloysn, umsókn um vinnuøki
Reist av:Træloysn
Dagf.:24/8-2026
Málslýsing:Sp/f Træloysn hevur søkt um vinnuøkið Innan Glyvur. Umsóknin er til viðgerðar.
Avgerð:Nevndin játtar umsóknini. Umsitingin samskiftir við umsøkjaran.
Mál nr.:542-43-2026: Hitaskipan til kommunuskrivstovuna
Reist av:Sjóvar kommunu
Dagf.:10/9-2026
Málslýsing:Hitaskipanin á kommunuskrivstovuni skal betrast. Tilboð er komið frá Demich um luft til vatn og jarhitaskipan. Tilmæli er frá teknisku umsitingini um nýggja hitaskipan.
Avgerð: Nevndin mælir til at fylgja tilmælinum frá teknisku umsitingini um “luft til vatn” skipanina. Lagt fyri fíggjarnevndina.
Mál nr.:542-23-2026: Byggiloyvi Vaðhorn.
Reist av:Vaðhorn
Dagf.:5/6-2026
Málslýsing:Vaðhorn hevur sent umsókn um prinsipielt byggiloyvi, matr. nr. 43. Umsóknin er til viðgerðar.
Avgerð:Nevndin mælir til at geva prinsipielt byggiloyvi í 2 ár.
Mál nr.:215-1-2025 Strandatún 4
Reist av:Sjóvar kommuna
Dagf.:16/7- 2025
Málslýsing: Umvæling av Strandatúni 4. Kr 600.000 eru settar av á fíggjarætlanini til at gera húsini í stand. Hvat skal gerast?
Avgerð: Nevndin mælir til at byrja arbeiði við at viðlíkahalda húsini í ár. Lagt fyri fíggjarnevndina.