Tíðindi
Kommunustýrisfundur 24. sep.
Kommunustýrisfundur 24.09.2026, kl. 17:00
Mál nr.: 328-4-2022, ítróttarhøll á Strondum
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Bygginevndin mælir til, at byggiskráin verður góðkend og arbeiðið boðið út. Lagt fyri kommunustýrið. Borgarstjórin fer at biðja um, at málið verður viðgjørt fyri afturlatnum hurðum, grundað á, at nøvn á møguligum tilboðgevarum kunnu vera nevnd á fundinum.
Mál nr.: 104-9-2026, uppskot um broyting av treytum fyri kommunal grundstykki
Reist av: Eyð Smedemark
Málslýsing: Uppskot um at broyta treytirnar fyri kommunal grundstykkir, soleiðis, at freistin fyri at byggja á kommunal grundstykki verður broytt frá tveimum árum til eitt ár.
Tekniska umsitingin mælir frá, at broyting verður gjørd, vísandi til: “Í verandi stund, har tað frammanundan er trupult at fáa fígging og byggifyritøkur at byggja, meta vit ikki, at hetta er rættað tíðin at broyta treytirnar. Treytirnar í skeytinum kunnu tó endurskoðast seinni, og tá kann støða takast til møguligar broytingar. Vit mæla tískil frá hesum uppskoti í verandi stund.” Tøkni- og Vinnunevndin tekur undir við frámælinum frá teknisku umsiting. Lagt fyri kommunustýrið.
Mál nr.: 542-8-2026, vesiskúrur á Selatrað
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Nýggjur vesiskúrur skal gerast á Selatrað. Peningur er játtaður á kto. RS-611 á fíggjarætlanini fyri 2026. Tilboð er komið um at gera nýtt vesi. Teknsika deild hevur gjørt tilmæli. T&V nevndin mælir til at fylgja tilmælinum frá teknisku umsiting. Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá T&V. Lagt fyri kommunustýri.
Mál nr.: 542-23-2026, umsókn um prinsipielt byggiloyvi, matr. nr. 43
Reist av: Vaðhorn Seafood
Málslýsing: Vaðhorn søkir um prinsipielt byggiloyvi, matr. nr. 43. Tøkni- og vinnunevndin mælir til at geva prinsipielt byggiloyvi í 2 ár. Lagt fyri kommunustýrið.
Mál nr.: 211-2-2026, eykajáttanir 2026
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Onnur viðgerð. Fíggjarleiðarin mælir til at finna játtan kr. 1.036.000 innanfyri verandi fíggjarkarm.
Mál nr.: 211-3-2026, fíggjarætlan 2027
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Fíggjarnevndin skal gera uppskot til fíggjarætlan fyri 2027 at leggja fyri kommunustýri áðrenn 1. oktober.