Tíðindi

09. feb 2026

Barnadansur í bygdahúsinum

Mikukvøldið 11. februar kl.19-20 verður barnadansur í bygdahúsinum á Strondum.

Vit kvøða lættari kvæði, sum børnini duga. M.a. Veturin kom, Burtur á Heiði, Flóvin Bænadiktsson og Stolt Signhild. Tey, ið møta, eru vælkomin at skipa eina vísu. Vaksin eru hjartaliga vælkomin saman við børnunum.

Í steðginum fáa børnini twix og sunkist. Tey vaksnu fáa kaffi.

Við vón um góða undirtøku.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
04. sep 2026
FM á langteini í súkkling í morgin, 5. sep.
03. sep 2026
Jamilla Collins í Smiðjuni í Lítluvík
31. aug 2026
Eigur tú eldri myndir av eldsløkking?
28. aug 2026
Fíggjar­nevndarfundur 21.08.2026
28. aug 2026
Kommunustýrisfundur 27.08.2026
27. aug 2026
Kommunustýrisfundur 27. august
21. aug 2026
Diabetes 2 kanningar á Strondum 3. september
18. aug 2026
Stranda musikk­skúli

Send boð til Sjóvar kommunu