Tíðindi

30. jan 2026

Broyting í byggisamtykt fyri vinnuøkið Innan Glyvur

Kunngerð um framløgu av broyting í byggisamtykt

Sambært løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður við hesum gjørt kunnugt, at uppskot til broyting í byggisamtykt fyri Sjóvar kommunu verður lagt fram til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá mánadegnum 2 februar 2026 til mánadagin 23. februar 2026.

Broyting í byggisamtykt fyri Sjóvar kommunu:

Í byggisamtyktini fyri §4.1. øki C, punkt d stendur: ‘Hús mugu ikki verða bygd hægri enn 8,5m yvir miðaljørðildi (í miðal við húsahorn)’

Henda orðingin avmarkar at byggja hægri enn 8,5 metrar. Ynski er tí um at broyta punkti til:

§4. 1 øki C, punkt d: Einki hús ella einstakir partar teirra mugu vera hægri enn 12 m yvir planeringshædd og natúrligt uppruna lendi.

 

Endamálið við broytingini er, at møguleiki skal vera, at byggja upp til 12 metra hædd yvir planeringshædd og natúrligt uppruna lendi.

Møguligar viðmerkingar ella mótmæli, sum skulu vera skrivlig, verða at senda til:

Sjóvar kommunu
Skúlavegur 10
490  Strendur

ella: sjk@sjovar.fo í seinasta lagi týsdagin 17. mars 2026

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
06. mar 2026
Vallistar
06. mar 2026
Ástaðarfundur um minnisstei­nar í Kolbeinagjógv
06. mar 2026
Havnaútbyggingin á Hulki
05. mar 2026
StÍF skipar fyri vørutombola og eydnuhjóli
03. mar 2026
Broyting í rusk-innsavning­ini á Strondum og fyri Innan Glyvur
02. mar 2026
Handahornið, í bygdahúsi­num týskvøldið 10. mars
27. feb 2026
Fundur í Vinnu- og Umhvørvis­nevnd­ini 5. februar 2026
27. feb 2026
Kommunustýrisfundur 26.02.2026

Send boð til Sjóvar kommunu