Tíðindi

30. jan 2026

Kommunustýrisfundur 29.01.2026

 
Kommunustýrisfundur  29.01.2026

Møtt: Hans Anders Jacobsen, Artur Johansen, Sonni Johansen, Noomi K. Rasmussen, Jóhan H. Funn, Sandra L. Østerø og Drós Ellingsgaard

 
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-18:00

Mál nr.: 541-13-2025, Sjk., broyting í byggisamtykt fyri vinnuøkið Innan Glyvur
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Byggisamtyktin fyri vinnuøkið avmarkar bygningar hægri enn 8,5m. Ynski er tí um at broyta byggisamtyktina fyri økið, so at loyvi verður at byggja hægri. 
Uppskot er um at broyta byggisamtyktina fyri §4. 1 øki C punkt d til:
"Einki hús ella einstakir partar teirra mugu vera hægri enn 12 m yvir planeringshædd og natúrligt uppruna lendi."

Tøkni- og býarskipanarnevndin mælir til at broyta byggisamtyktina. Lagt fyri kommunustýrið.
 
Avgerð:
Samtykt at fylgja tilmælinum frá Tøkni- og býarskipanarnevndini og broyta byggisamtyktini fyri §4. 1 øki C, punkt d, til: Einki hús ella einstakir partar teirra mugu vera hægri enn 12 m yvir planeringshædd og natúrligt uppruna lendi.

 

Mál til umrøðu:

Mál nr.: 540-6-2025, Sjk., umhvørvisætlan
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Uppskot til umhvørvisætlan. 
Avgerð: Umrøtt

Mál nr.: 328-4-2022, Sjk., ítróttarhøll á Strondum
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Umrøða av málinum
Avgerð: Umrøtt

Mál nr.: 103-2-2026, Barna- og ungdómstannrøkt
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Kunning. 
Avtalan, sum kommunan hevur við Tannfegin á Skála, gongur út 1. august. Vísandi til §10, stk. 2, skal avtalan endurskoðast eftir fimm ár.
Fíggjarnevndin mælir til at halda fram við verandi avtalu.
Avgerð: Kommunustýrið tekur undir við tilmælinum hjá fíggjarnevndini.
 
 
 
 
 
 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
30. jan 2026
STARV Í TEKNISKU UMSITING Í SJÓVAR KOMMUNU
30. jan 2026
Kommunustýrisfundur 29.01.2026
29. jan 2026
Vilja varðveita lækna­viðtaluna á Strondum
29. jan 2026
Fríðuf­løtur stongdur seinrapartin hósdagin
26. jan 2026
Komunustýrisfundur 29. januar, kl. 17:00
23. jan 2026
Sara til FC Nordsjælland
23. jan 2026
20 børn innskrivað í 1. flokk
22. jan 2026
Skrúvað verður fyri vatninum

Send boð til Sjóvar kommunu