Tíðindi

29. jan 2026

Vilja varðveita læknaviðtaluna á Strondum

Í dag hevur Ásbjørg á Hálvmørk verið hjá Sjóvar kommunu við 545 undirskriftum frá borgarum á vestara armi á Skálafjørðinum. 

Í áheitanini á kommunustýrini við Skálafjørðin skriva tey soleiðis:

Til bý- og bygdaráð, ið varða av læknasamstarvinum á Skálafjarðar læknadømi.
Undirritaður borgarar á vestara armi á Skálafjørðinum vilja hervið staðiliga heita á bý- og bygdaráð í Sjóvar-, Nes- og Runavíkar kommunum um at varðveita núverandi skipan við tveimum læknaviðtalum í Heilsumiðstøðini á Strondum.

Vit meta, at núverandi bý- og bygdaráð eiga at viðurkenna, og taka til eftirtektar, at samstarvsavtalan millum Sjóvar-, Nes- og Runavíkar kommunur frá 2014 um at hýsa øllum viðtalum í læknadøminum í Heilsumiðstøðini í Runavík, ikki hevur borið á mál. Við nógv økta fólkatalinum í økinum - og harav økta talinum av læknum í læknadøminum - eru fortreytirnar broyttar munandi síðani avtalan var undirskrivað í 2014.

Við verandi skipan við tveimum læknum í viðtaluhølunum á Strondum eru loksins útlit fyri, at vit kunnu fáa virðilig og støðug læknaviðurskifti, ið kunnu skapa tryggleika og góða heilsutænastu til okkum borgarar á vestara armi á Skálafjørðinum.

Borgarstjórin tók ímóti undirskriftunum og lovaði at bera áheitanina víðari til kommunustýrið.

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
19. des 2025
Nýtt vinnuøki Innan Glyvur
29. jan 2026
Vilja varðveita lækna­viðtaluna á Strondum
29. jan 2026
Fríðuf­løtur stongdur seinrapartin hósdagin
26. jan 2026
Komunustýrisfundur 29. januar, kl. 17:00
23. jan 2026
Sara til FC Nordsjælland
23. jan 2026
20 børn innskrivað í 1. flokk
22. jan 2026
Skrúvað verður fyri vatninum
20. jan 2026
Kunning frá rannsók­nar­stovuni á Klaksvíkar Sjúkra­húsi

Send boð til Sjóvar kommunu