Tíðindi

26. feb 2026

STARV Í TEKNISKU UMSITING Í SJÓVAR KOMMUNU

Søkt verður eftir byggifrøðingi ella starvsfólki við aðrari viðkomandi útbúgving ella førleikum til teknisku umsiting hjá Sjóvar kommunu.

Kommunan veksur við rúkandi ferð, og harvið eisini uppgávurnar í kommunalu umsitingini. Tí leita vit eftir einum fólki til fulltíðarstarv í teknisku umsitingini, einum, sum trívist við at hava fleiri uppgávur ísenn, og sum trívist við, at arbeiðsdagurin viðhvørt verður heilt ørðvísi enn tú roknaði við.

Talan er um eitt sjálvstøðugt og avbjóðandi starv, har tú fært møguleika at seta dám á gerandisdagin og menna tekniska økið í kommununi.

Arbeiðsøkið:

·        Standa fyri størri og minni verkætlanum

·        Gera útbjóðingartilfar í samband við verkætlanir

·        Syrgja fyri, at myndugleikakrøv verða hildin

·        Viðgera innkomin byggimál

·        Gera byggisamtyktir og býarskipan

·        Málsviðgerð av innkomnum málum á tekniska økinum

·        Samskifta við borgarar og aðrar myndugleikar

·        Skráseta ymiskt innan tekniska økið

Førleikar:

·        Tú ert byggifrøðingur ella hevur aðra viðkomandi útbúgving

·        Hevur vitan um verkætlanir

·        Hevur kunnleika til byggisamtyktir og býarskipanir

·        Hevur telduførleika

·        Ert opin og fyrikomandi, og hevur góð samstarvsevni

Vit bjóða:

·        eitt rúmligt arbeiðspláss við góðum og dugnaligum starvsfelagum

·        eitt starv við fakligum avbjóðingum

·        góðar møguleikar fyri menning

Vit vænta, at tú:

·        dugir at arbeiða sjálvstøðugt og við fleiri uppgávum ísenn

·        dugir at samskifta á føroyskum í skrift og talu

·        ert tænastusinnað/ur

Tekniska umsiting nýtir tey vanligu Office forritini, ArcGIS og Nema Journal.

Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður sett skjótast tilber eftir sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið ella KAF.

Umsókn:
Umsókn saman við lívsrensli og útbúgvingarprógvum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 25. mars 2026, kl. 12:00, og skal sendast til sjk@sjovar.fo ella

Sjóvar kommuna
Skúlavegur 10
490  Strendur

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Tummas Johannesen, tekniskan leiðara, á tlf. 232720.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
09. okt 2026
Loppu­marknaður og kaffisølu á Café Bellu
08. okt 2026
Stranda kvøldskúli nýggja heimasíðu
07. okt 2026
90 ára føðingardagur
07. okt 2026
Konfimantar í Skála kirkju sunnudagin 11. oktobur kl 11.
06. okt 2026
Avtalan um barna- og ungdóms­tannrøkt endur­nýggjað
06. okt 2026
Støkk-inn koppseting á Strondum
06. okt 2026
Varaleiðari til Lítlafløtt
06. okt 2026
Bárður á Lakjuni á Strondum 

Send boð til Sjóvar kommunu