Tíðindi

18. mar 2025

Fundur í Trivnaðar- og Umhvørvisnevndini 17.03.2025

Møtt: Sandra L Østerø, Jóhan H. Funn og Artur Johansen
Umframt: Hans Anders Jacobsen
Skrivari: Bárður Danielsen
Klokkan: 17:00 – 18:40
Viðmerkingar:

 

Mál nr.: 549-1-2025
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Borgarar leiga øki at velta

Uppskot til øki:
Eystan- og vestanfyri vegin á vegastrekkinum frá við Nónvarða oman ímóti Raktanga eigur kommunan eitt stórt økið, ið nýtast kann til endamálið.

Uppskot til stødd og kostna:
Leigustykkini verða uml. 50 fermetrar og leigukostnaðurin verður kr. 200 fyri hvørt stykki.

Avgerð: Avgjørt at leiga øki út til fólk at velta og skipa fyri undirvísing og kunning, so øll kunnu verða við.

 

Mál nr.: 549-2-2025
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Vilt við vilja
Á summri 2024 varð fari í gongd við verkætlan kallast “Vilt við vilja”. Avrátt varð at økið við gamla hondbóltsvøllin skuldi brúkast til endamálið.
Verkætlanin hepnaðist tó ikki sum ætlað, vegna verkfall, sum førdi við sær, at økið ikki bleiv sligið tíðliga á vári, sum ætlað.
Avgerð: Nevndin stuðlar undir og ynskir at seta meira orku á verkætlanina.

 

Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Skelta øki við søguligum áhuga
Skal Sjóvar kommuna fara undir tilgongd at skelta øki við søguligum áhuga?
Avgerð: Umsitingin fyrireikar tilmæli til næsta fund

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
25. sep 2026
Tónleika-Kafé
25. sep 2026
Kommunustýrisfundur 24.09.2026
23. sep 2026
Talvvenjing byrjar aftur
18. sep 2026
Fundur í Tøkni-og Vinnunevnd­ini 14. septembur 2026
18. sep 2026
Fundur í Tøkni-og Vinnunevnd­ini 18.august 2026
17. sep 2026
Kommunustýrisfundur 24. sep.
16. sep 2026
Fíggjar­nevndarfundur 16.09.2026
15. sep 2026
Garagan hjá Georg verður tikin niður

Send boð til Sjóvar kommunu