Tíðindi
Fíggjarnevndarfundur 16.09.2026
Fíggjarnevndin 16.09.2026
Møtt: Hans Anders Jacobsen, Drós Ellingsgaard, Artur Johansen
Skrivari: Julia Kass
Klokkan: 09:00 – 10:20
Mál nr.: Mánaðarroknskapur august
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Framløga
Mál nr.: 542-8-2026 WC Skúrð á Selatrað
Reist av: Sjóvar kommunu Dagf.: 13/3-2026
Málslýsing: Nýggjur vesiskúrur skal gerast á Selatrað. Peningur er játtaður á fíggjarætlanini. Tilboð er komið um at gera nýtt vesi. Teknsika deild hevur gjørt tilmæli. T&V nevndin mælir til at fylgja tilmælinum frá teknisku umsiting og leggur máli fyri fíggjarnevndina.
Avgerð: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá T&V. Lagt fyri kommunustýri.
Mál nr.: 542-14-2026: Ljóðviðurskiftini í frítíðarstovuni
Reist av: Lítlafløtti Dagf.: 24/4-2026
Málslýsing: Tilmæli frá teknisku umsitingini og barnagarðinum er skrivað. T&V mælir til at fylgja tilmælinum frá teknisku umsitingini. Lagt fyri fíggjarnevndina
Avgerð: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá T&V. Peningurin kann takast av viðlíkahald av bygningi konta F-1651-00
Mál nr.: Eykajáttanir 2026
Reist av: Sjóvar kommuna
Málslýsing: Broyting til 2. Viðgerð
Eykajáttanir/reguleringar august 2026
Rakstur:
nr 1 RS-130 Kommunuskrivstovan 300.000
nr 2 RS-370 Ungdómshús 50.000
nr 3 RS-380 Barnaansing, felags 350.000
nr 4 RS-390 Systkinaavsláttur 40.000
nr 5 RS-642 Minnisvarðar 6.000
nr 6 RS-650 Vatnveiting 50.000
nr 7 RS-690 Maskinamboð 20.000
nr 8 RS-264 Dagtilhald yngri 170.000
nr 9 RS-760 Egningarskúrar 50.000
Rakstur íalt 1036.000
Íløgur:
nr 10 RS-311 Lítlifløttur 100.000
nr 11 RS-635 Byggibúning -1.100.000
nr 12 RS-671 Vegir 1.000.000
íløgur íalt 0
Frágreiðing til eykajáttan/reguleringar fíggjarætlanina 2026
nr 1) Umvælingar/broytingar á kommunuskrivstovuni, innbúgv,
uppstigan av bókhaldsskipan og aðrar rakstrarútreiðslur
nr 2) Henda eykajáttanin er fyri tímalønir
nr 3) Kommunustýri samtykti í fjør at gjalda fyri eitt barnaverndarmál.
nr 4) Systkinaavsláttur ov lítið avsett
nr 5) Minnisvarðin gjørt umvæling
nr 6) Vatnveiting, nógv viðlíkahald á reinsiverkunum
nr 7) Maskinamboð, fleiri umvælingar á bilar
nr 10) Lítlifløttur íløgur, eykajáttan til skúr
nr 11) Byggibúning, regulerað av hesi konto
nr 12) Vegir íløgur, játtan til Hulkavegin flutt frá 2025.
nr.8) Roðin fingið dagtilhald fyri tey sum eru yngri enn 67 ár – hetta er okkara partur fyri 2026.
nr. 9) Egningarskúrar, hurðar og vindeygu skift.
Fíggjarleiðarin mælir til at finna játtan kr. 1.036.000 innanfyri verandi fíggjarkarm.
Avgerð: Fíggjarnevndin mælir til at regulerað eykajáttanina av: RS 665 matrikulering og býarplanlegging 900 tkr. og RS-611 skifta tak á Langanesbygninginum 136 tkr. Lagt fyri kommunustýri.
Mál nr.: 542-43-2026: Hitaskipan til kommunuskrivstovuna
Reist av: Sjóvar kommunu Dagf.: 10/9-2026
Málslýsing: Hitaskipanin á kommunuskrivstovuni skal betrast. Tilboð er komið frá Demich um luft til vatn og jarhitaskipan. Tilmæli er frá teknisku umsitingini um nýggja hitaskipan. T&V mælir til at fylgja tilmælinum frá teknisku umsitingini um luft til vatn skipanina. Lagt fyri fíggjarnevndina.
Avgerð: Fíggjarnevndin mælir til at hetta verður tikið við í fíggjarætlanina 2027.
Mál nr.: 215-1-2025 Strandatún 4
Reist av: Sjóvar kommuna Dagf.: 16/7- 2025
Málslýsing: Umvæling av Strandatúni 4. Kr 600.000 eru settar av á fíggjarætlanini til at gera húsini í stand. T&V mælir til at byrja arbeiði at viðlíkahalda húsini í ár. Lagt fyri fíggjarnevndina.
Avgerð: Fíggjarnevndin vil hava umsitingina at gera eina ætlan og kostnaðarmeting til støðutakan.
Mál nr.: Fíggjarætlan 2027
Reist av: Sjóvar kommuna
Málslýsing: Fíggjarnevndin skal koma við einum uppskotið at leggja fyri kommunustýri áðrenn 1. Oktober. Fíggjarleiðarin ger eitt fyribilsuppskot.
Arbeiðsdagur verður í Bygdahúsinum 21. oktober 2026.