Tíðindi

05. nov 2024

Kommunustýrisfundur 28.10.2024

 
Kommunustýrisfundur  28.10.2024
 
Møtt: Artur Johansen, Jóannes E. Markná, Steingrím Jacobsen, Rógvi R. Djurhuus, Hans Anders Jacobsen,
Súni F. Olsen og Andras Róin
 
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-18:30

Mál nr.: 547-1-2021, Sjk., vinnuøkið Innan Glyvur
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Vinnuøki Innan Glyvur: LBF hevur givið tilboð til projektering av vegi. V&U mælir til at taka av tilboðið og leggur málið fyri fíggjarnevnd. Fíggjarnevndin mælir til at taka av tilboðið frá LBF. Lagt fyri kommunustýri.
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá V&U og fíggjarnevndini og taka av tilboði uppá projektering frá Landsbyggifelagnum.

Mál nr.: 542-1-2024, umsókn um byggiloyvi
Reist av: KRAFTA energy
Málslýsing: Fyri at sleppa víðari við arbeiðinum, hevur tekniski leiðarin skrivað eitt treytað byggiloyvi til oljutangar á Hulki. Kommunustýrið skal taka støðu til hetta.
Avgerð: Samtykt at geva KRAFTA energy fyribils byggiloyvi til oljutangar á Hulki, treytað av, at øll onnur krøvd viðurskifti eru í lagi.

Mál nr.: 104-5-2024, fíggjarætlan hjá SKS fyri 2025
Reist av: Skálafjarðar Sløkkiliði
Málslýsing: Fíggjarætlan fyri 2025 til góðkenning
Avgerð: Gjøgnumgingin og góðkend

Mál nr.: 211-1-2024, eykajáttanir í 2024
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Onnur viðgerð
Avgerð: Samtykt við aðru viðgerð.

RS-635, byggibúning, kr. 70,000, keypa jørð oman fyri bátahylin í Heygsstøð, sí mál 541-7-2024
RS-370, ungdómshús, kr. 200.000,00, flyta játtan frá 2023 og størri lønarútreiðslur, sí mál nr. 211-1-2024
RS-390, systkinaavsláttur, kr. 80.000, ov lítið avsett
RS-691, maskinamboð, kr. 90.000,00, keypt krana til lastbil, sí mál nr. 540-1-2024
RS-412, skúlin, kr. 150.000,00, keypt 50 Dell Crombook teldur
RS-554, venjingarhøli, kr. 100.000,00, keypt rennibond, sí mál nr. 211-1-2024

Eykajáttanir íalt kr. 690.000,00

Íalt 2.040 tkr. Fíggjast við regulering av RS-581.

Mál nr.: 211-2-2024, fíggjarætlan 2025
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Fyrsta viðgerð av fíggjarætlan fyri 2025.
Avgerð: Samtykt við fyrstu viðgerð. Onnur viðgerð verður 25. nov.
 
 
 
 
 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
06. des 2024
Skip­anarfundur týsdagin 10. des.
06. des 2024
Svimjihylu­rin stongdur
05. des 2024
Musikk­skúlin hevur jóla­konsert
04. des 2024
Jólahugni í Café Bella
02. des 2024
Jóla­konsert við Suð
01. des 2024
Útgávu­konsert við Simonu Paulu
29. nov 2024
Sjómansk­vinnu­ringu­rin jólahugna
27. nov 2024
Jólasølan hjá barna­ringinum

Send boð til Sjóvar kommunu