Tíðindi

18. sep 2024

Fundur í Tøkni- og býarskipanarnevndini 16.09.2024

 
Tøkni- og býarskipanarnevndin 16.09.2024
Møtt: Rógvi R. Djurhuus, Andras Róin og Súni F. Olsen
 
Umframt: Artur Johansen og Tummas Johannesen
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 16:30-18:00

Mál nr.: 544-17-2024, vatn á grundstykkinum
Reist málið: Sjúrður Kass
Málslýsing: Vatn, sum rennur á grundstykkið
Avgerð: Umsitingin arbeiðir við málinum.

Mál nr.: 541-6-2021, busssteðgistað í Strandatúni
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Kunning um málið.
Avgerð: Samtykt, at ferðslan verður einsrættað norður eftir Strandatúni millum kl. 7:30 og 9:30.

Mál nr.: 541-21-2019, Dávagerði II
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Bjóða Dávagerði út.
Avgerð: Málið er ikki klárt til viðgerð.

Mál nr.: 542-25-2024, umsókn um frávik í byggisamtyktini
Reist av: Jan Jacobsen
Málslýsing: Søkt verður um frávik í samband við umsókn um loyvi at byggja bilhús á matr. nr. 79ar
Avgerð: Samtykt ikki at geva frávik í byggisamtyktini, vísandi til, at størsti parturin av bygninginum verður uttan fyri byggifeltið.


 
 
 
 
 
 
 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
09. okt 2026
Loppu­marknaður og kaffisølu á Café Bellu
08. okt 2026
Stranda kvøldskúli nýggja heimasíðu
07. okt 2026
90 ára føðingardagur
07. okt 2026
Konfimantar í Skála kirkju sunnudagin 11. oktobur kl 11.
06. okt 2026
Avtalan um barna- og ungdóms­tannrøkt endur­nýggjað
06. okt 2026
Støkk-inn koppseting á Strondum
06. okt 2026
Varaleiðari til Lítlafløtt
06. okt 2026
Bárður á Lakjuni á Strondum 

Send boð til Sjóvar kommunu