Tíðindi
17. mar 2023
Størsti fólkavøkstur í Føroyum seinastu 10 árini
Hagstova Føroya legði í vikuni út filmsbrot, har greitt varð frá fólkavøkstrinum seinastu 10 árini.
Filmsbrotið endaði í bygdahúsinum á Strondum, har sjóneykan varð sett á, hvar í Føroyum fólkavøksturin hevur verið størstur hesi árini. Og sum tann klóki lesarin longu hevur roknað út, so hevur vøksturin verið størstur í Sjóvar kommunu.
Fólkavøksturin í Sjóvar kommunu seinastu 10 árini hevur verið 26 %, í mun til ein vøkstur á 13 % fyri alt landið.
Í Sjóvar kommunu búgva 1.200 borgarar í fimm ymiskum bygdum. Niðanfyri sæst ein útgreinan av fólkatalinum, deilt út á bygdirnar í kommununi:
- Strendur: 1.000 íbúgvar
- Innan Glyvur: 89 íbúgvar
- Selatrað: 43 íbúgvar
- Kolbeinagjógv: 36 íbúgvar
- Morskranes: 32 íbúgvar
Hetta halda vit er ein góð søga at byrja vikuskiftið við.
Filmsbrotið kann síggjast á facebook síðuni hjá Hagstovu Føroya.
Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
27. mar 2026
Leikurin Upphav í bio-salinum í bygdahúsinum á Strondum
08. apr 2026
Kvøldskúlaframsýningin 2026
07. apr 2026
Vár við lýggjum vindi
01. apr 2026
Gleðiligar páskir
31. mar 2026
Páskareggjaveiða leygardagin 4. apríl
30. mar 2026
Páskatombola í bygdahúsinum
30. mar 2026
Formansskifti í valstýrinum
27. mar 2026