Tíðindi

01. mar 2023

Kommunustýrisfundur 28.02.2023


Kommunustýrisfundur  27.02.2023
 
Møtt: Artur Johansen, Jóannes E. Markná, Steingrím Jacobsen, Rógvi R. Djurhuus, Hans Anders Jacobsen og
Andras Róin
 

Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-18:00

Mál nr.: 547-1-2021, Vinnuøki Innan Glyvur
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: V&U nevndin mælir til at avtala verður gjørd við festaran viðvíkjandi keyp av ognum,  matr. nr. 393a. Fíggjarnevndin leggur málið fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at taka undir við tilmælunum hjá Vinnu- og umhvørvisnevndini og fíggjarnevndini.


Mál nr.: 540-1-2020, Vetrarfriðing á Selatrað
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Vetrarfriðing á Selatrað. V&U nevndin mælir til at taka av fyriliggjandi tilboðum at keypa hegn við tilhoyri. Fíggjarnevndin vísir til RS-631, og leggur málið fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá fíggjarnevndini. Víst verður til RS-631.


Mál nr.: 328-4-2022, ítróttarhøll á Strondum
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Fíggjarnevndin mælir til at keypa part av matr. 601a. Víst verður til RS-581. Velja fólk í ein innstillingarbólk. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum hjá fíggjanevndini og keypa part av matr. nr. 601a. Víst verður til RS-581. Samtykt at velja Hans Anders Jacobsen, Jóannes E. Markná og Steingrím Jacobsen í bygginevnd til ítróttarhøll.

Andras luttók ikki í viðgerðini av máli nr. 541-21-2019

Mál nr.: 541-21-2019, Dávagerði II
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Íbúðarbygging í Dávagerði. Nevndin hevur lagt málið fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at fara undir samráðingar við Bústaðir um at byggja íbúðir í Dávagerði.


Mál nr.: 104-11-2021, Íbúðarbygging
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Íbúðarbygging við Hálsatjørn/Nónvarða. Nevndin hevur lagt málið fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at fara undir samráðingar við Mekon um at byggja íbúðir við Hálsatjørn/Nónvarða.
 
 
 
 
 
 

 

 

 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
19. des 2025
Nýtt vinnuøki Innan Glyvur
07. jan 2026
Áheitan til bilførarar
07. jan 2026
Almenn svimjing byrjar aftur
06. jan 2026
Áheitan um ruskposan
06. jan 2026
Goymið ikki fýrverk til næsta nýggjár
05. jan 2026
Starv í Stranda skúla
30. des 2025
TRICKS - Nýggjársgykl í Stranda Bio.
28. des 2025
Jólafest fyri vaksin í Missións­húsi­num á Strondum

Send boð til Sjóvar kommunu