Tíðindi

31. jan 2023

Kommunustýrisfundur 30.01.2023

Møtt: Artur Johansen, Jóannes E. Markná, Steingrímur J. Jacobsen, Rógvi R. Djurhuus, Hans Anders Jacobsen, Súni F. Olsen og Andras Róin.
Umframt: Jóhan Blábjørg
Skrivari: Bárður Danielsen
Klokkan: 17:00-18:30
Viðmerkingar:

 

Mál nr.: 542-1-2023
Reist av: Alina Jacobsen
Málslýsing: Umsókn um frávik á matr.nr. 30 á Strondum – lívdarveggur á svala
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá Tøkni- og Býarskipanarnevndini og geva frávik til byggiloyvið til í mesta lagi 1,5m høgan lívdarvegg frá svaladúrkinum at rokna.

 

Mál nr.: 545-1-2022
Reist av: Fróði Norden
Málslýsing: Umsókn um keyp av jørð í Heygsstøð - frávik til samanlegging
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá Tøkni- og Býarskipanarnevndini og geva frávik.

 

Mál nr.: 544-24-2022
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Varandi orka - Hava fingið ráðgevaratilboð frá SMJ til útboðsverkætlan.
Avgerð: Samtykt at taka av tilboði frá SMJ til útboðsverkætlan. Víst verður til ÍL 611.

 

Mál nr.: 328-4-2022
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Ítróttarhøll á Strondum - Uppskot til keypsavtalu um lendi til ítróttarhøll
Avgerð: Arbeiða víðari við málinum

 

Mál nr.: 103-1-2023
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Vaskifólk til Stranda skúla
Avgerð: Samtykt at fylgja innstillingini frá setanarnevndini, og seta fyrst innstillaða umsøkjara.

 

Mál nr.: 542-3-2023
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Vegaføring til øki við Langanes - Hava fingið ráðgevaratilboð frá LBF til vegaverkætlanina.
Avgerð: Samtykt at taka av ráðgevaratilboði frá LBF. Víst verður til ÍL 665

 

Málslýsing: Almennir kommunustýrisfundir 2023
Avgerð: 30. jan., 27. feb., 27. mar., 24. apr., 22. mai., 19. jun., 28. aug., 25. sep., 23. okt., 20. nov. og 11. des.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
09. okt 2026
Loppu­marknaður og kaffisølu á Café Bellu
08. okt 2026
Stranda kvøldskúli nýggja heimasíðu
07. okt 2026
90 ára føðingardagur
07. okt 2026
Konfimantar í Skála kirkju sunnudagin 11. oktobur kl 11.
06. okt 2026
Avtalan um barna- og ungdóms­tannrøkt endur­nýggjað
06. okt 2026
Støkk-inn koppseting á Strondum
06. okt 2026
Varaleiðari til Lítlafløtt
06. okt 2026
Bárður á Lakjuni á Strondum 

Send boð til Sjóvar kommunu