Tíðindi

26. aug 2022

Fundur í Tøkni- og býarskipanarnevndini 23.08.2022

 
Tøkni- og býarskipanarnevndin, 23.08.2022
Møtt: Rógvi R. Djurhuus, Andras Róin og Súni F. Olsen

Umframt: Artur Johansen, Tummas Johannesen
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-19:55

Andras luttók ikki í viðgerðini av máli nr. 541-21-2019

Mál nr.: 541-21-2019, Dávagerði II
Reist av: Bústaðir
Málslýsing: Verkætlan í Dávagerði.
Avgerð: Nevndin mælir til at selja uml. 1.700 fermetrar av matr. nr. 613a til Bústaðir. Lagt fyri kommunustýrið.

Mál nr.: 542-26-2021, umsókn um byggiloyvi, matr. 554
Reist av: André Danielsen
Málslýsing: Lyktapeli, garður, mark, bilhús
Avgerð: Samtykt ikki at geva byggiloyvi vísandi til, at kommunan hevur ætlanir um at betra um ferðslutrygdina við at  breiðka Heygsvegin.

Mál nr.: 542-14-2022, umsókn um byggiloyvi, matr. 79ac
Reist av: Rókur Nilssen
Málslýsing: Vatnleiðing av grundstykkinum.
Avgerð: Eigarin hevur sjálvur ábyrgd- og ber kostnaðin av, at stykkið verður drenað.

Mál nr.: 541-5-2020, byggisamtykt B7
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Verður ikki góðkent fyrr enn vit hava eina ætlan um, hvussu vegurin skal liggja og hvar íbindingin skal vera
Avgerð: Nevndin gevur tekniska leiðara heimild til at biðja Munin projektera veg frá Lágarvegi við íbinding í landsvegin.

Mál nr.: 548-01-2022, keypa afturat grundstykki, matr. nr. 696
Reist av: Brian Smedemark
Málslýsing: Søkir um at keypa afturat grudstykkinum
Avgerð: Samtykt ikki at selja.

Mál nr.: 542-27-2022, umsókn um frávik í byggisamtykt, matr. 379g
Reist av: Bergur Johannesen
Málslýsing: Bergur søkir um frávik frá byggisamtyktini, soleiðis, at hann kann byggja kjallara undir jørð. Hetta ger, at byggistigið verður størri enn 0,35.
Avgerð: Nevndin mælir til, at frávik verður játtað. Lagt fyri kommunustýrið.

Mál nr.: 104-11-2021, íbúðarbygging
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Viðmekingar frá SÓKN um útbjóðingartilfar.
Avgerð: Samtykt, at útbjóðingartilfarið verður endurskoðað saman við SÓKN.  

Mál nr.: 103-8-2022, arbeiðsfólk til kommununa
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Søkja eftir arbeiðsfólki til kommununa
Avgerð: Nevndin mælir til at seta ein av umsøkjarunum. Lagt fyri kommunustýrið.

 
 
 
 
 
 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
24. apr 2024
Kom so, kom so St.Í.F
24. apr 2024
Kommunustýrisfundur 29. apríl
24. apr 2024
Fíggjar­nevndarfundur 24.04.2024
23. apr 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 18.04.2024
22. apr 2024
Flaggdagshald á Strondum
19. apr 2024
Fundur í Vinnu- og Umhvørvis­nevnd­ini 18. apríl 2024
19. apr 2024
Annar hálvfinaludystu­rin verður í morgin
17. apr 2024
Fundur í Trivnaðar- og Mentanar­nevnd­ini 16.04.2024

Send boð til Sjóvar kommunu