Tíðindi

08. des 2021

Fundur í Trivnaðar- og Mentanarnevndini 07.12.2021

Møtt: Hans Anders Jacobsen, Jóannes E. Markná og Steingrímur J. Jacobsen.
Umframt: Artur Johansen
Skrivari: Bárður Danielsen
Klokkan: 17:30 – 18:45
Viðmerkingar:

 

Mál nr.: 321-6-2021
Reist av: Stranda skúli
Málslýsing: Umsókn um námsfrøðiligan stuðul til byrjanardeildina.
Avgerð: Trivnaðarnevndin vísur til samtyktina á kommunustýrisfundinum 30. juni, og mælir til at játta námsfrøðiligan stuðul til skúlan, í upp til 15 tímar um vikuna, skúlaárið út.

Málið verður lagt fyri fíggjarnevndina

 

Mál nr.: 104-13-2021
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Koyring til barnatannlækna
Avgerð: Nevndin mælir til at sáttmáli verður gjørdur um koyring til barnatannlækna.

Málið verður lagt fyri fíggjarnevnd og kommunustýrið.

 

Mál nr.: 104-15-2021
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Skúlabarnakoyring
Avgerð: Nevndin mælir til at sáttmálin við Høj Bilar verður endurskoðaður.

Málið verður lagt fyri fíggjarnevnd og kommunustýrið

Mál nr.: 323-6-2021
Reist av: Sjóvar fornminnafelag
Málslýsing: Umsókn um stuðul
Avgerð: Samtykt at stuðla Sjóvar fornminnafelag við kr. 30.000

 

Mál nr.: 328-8-2021
Reist av: Skála Ítróttarfelag
Málslýsing: Umsókn um stuðul
Avgerð: Samtykt at stuðla Skála Ítróttarfelag við kr. 30.000

 

Mál nr.: 329-4-2021
Reist av: Joan Eilin Jóhansdóttir
Málslýsing: Umsókn um stuðul til jólatræ v.m.
Avgerð: Umsitingin tekur sær av hesum málinum

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
14. okt 2025
Brævatkvøður til kirkju­ráð­svalið 4. nov.
30. okt 2025
Vaskifólk til skúlan
29. okt 2025
Minningarhald teirra sjólætnu
28. okt 2025
Kommunustýrisfundu­rin í november fluttur
28. okt 2025
Kommunustýrisfundur 27.10.2025
27. okt 2025
Skatta­listin fyri 2024
27. okt 2025
Fráfaringarløta fyri Anneke Højrup
27. okt 2025
Sunleiv fingið heiðurstekin fyri trúgva tænastu

Send boð til Sjóvar kommunu