Tíðindi

18. jan 2022

Fundur í Tøkni- og býarskipanarnevndini 17.01.2022

 
Tøkni- og býarskipanarnevndin 17.01.2022
Møtt: Rógvi R. Djurhuus og Andras Róin
Umframt: Tummas Johannesen
Skrivari: Artur Johansen
Klokkan: 17:00-18:34

 

Mál nr.: 104-2-2021, frítíðarstovan ov lítil
Reist av: Lítlafløtti
Málslýsing: Umsókn frá Lítlafløtti um at byggja frítíðarstovuna út.
Avgerð: Arbeiða víðari við málinum. Umsitingin fyrireikar málið til næsta fund.

Mál nr.: 541-1-2022, umsókn um frávik í byggisamtykt
Reist av: Ólavi D. Joensen
Málslýsing: Søkt verður um frávik í byggisamtyktini í Lágni
Avgerð: Nevndin samd um at fylgja tilmælinum um at geva frávik til altan og bilhús, vísandi til at hesi frávik ikki skerja útsýni hjá grannum.

Nevndin samd um at fylgja frámælinum um at geva frávik til byggilinju.
Lagt fyri kommunustýrið. 

Mál nr.:544-2-2022, ljós á Skúlagøtuna
Reist av: Annleyg Poulsen
Málslýsing: Søkt verður um at fáa lyktapelar á Skúlagøtuna
Avgerð: Nevndin mælir frá at ganga umsóknini á møti ímeðan arbeitt verður við at gera ætlanir fyri lendið framvið Skúlagøtu.


Mál nr.: 104-19-2021, grundstykki á Selvindisvegi
Reist av: Jan Nónklett
Málslýsing: Áheitan um at leggja veitingar til matr. nr. 376 á Selvindisvegi
Avgerð: Nevndin mælir frá at ganga umsóknini á møti, vísandi til at hetta ikki samsvarar við byggisamtyktina og framtíðarætlanirnar hjá Sjóvar kommunu.


 
 
 
 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
25. sep 2026
Tónleika-Kafé
25. sep 2026
Kommunustýrisfundur 24.09.2026
23. sep 2026
Talvvenjing byrjar aftur
18. sep 2026
Fundur í Tøkni-og Vinnunevnd­ini 14. septembur 2026
18. sep 2026
Fundur í Tøkni-og Vinnunevnd­ini 18.august 2026
17. sep 2026
Kommunustýrisfundur 24. sep.
16. sep 2026
Fíggjar­nevndarfundur 16.09.2026
15. sep 2026
Garagan hjá Georg verður tikin niður

Send boð til Sjóvar kommunu