Tíðindi

29. Dec 2020

Nýggj avtala um kavarudding

Sum fleiri kanska longu hava lagt til merkis, ruddar ein nýggj gravkúgv kavan av kommunalu vegunum í Sjóvar kommunu í dag.

Sjóvar kommuna hevur nevniliga skrivað undir avtalu við R-Transport um kavarudding á kommunalu vegunum. Sjóvar kommuna hevur havt líknandi avtalu við Landsverk undanfarin ár, men Landsverk raðfestir sjálvsagt landsvegir fyrst, og tí vórðu kommunalu vegirnir ofta ikki ruddaðir, fyrr enn tamarhald var á landsvegunum.

Við hesari nýggju avtaluni við R-Transport kunnu vit veita eina nógv skjótari kavarudding og tí eina betri tænastu til borgarar okkara.

Saman við R-Transport hava vit eisini okkara egnu arbeiðsbilar, sum bæði salta og rudda kava.

Nú bilarnir hjá kommununi og R-Transport eru úti og rudda vegirnar fyri kava í dag, heita vit á borgarar um í mest møguligan mun at hava egnar bilar á egnum matrikli, soleiðis at vit fáa ruddað vegirnar sum best.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
06. Oct 2026
Støkk-inn koppseting á Strondum
20. Oct 2026
Kommunuskrivstovan stongd
20. Oct 2026
Varaleiðari til Lítlafløtt
19. Oct 2026
VENJING Í EYSTUR­OYARTUNLI­NUM Í KVØLD
14. Oct 2026
Strálan skipar fyri eydnuhjóli
14. Oct 2026
Eitt sindur av hvørjum - nýggjur bóklingur frá Ragnar Danielsen
13. Oct 2026
Tekna teg sum lim í Vakstrarøki­num á Strondum
13. Oct 2026
Chrismas Child

Send boð til Sjóvar kommunu