Tíðindi

19. nov 2020

Nýggja kommunustýrið skipað

Nývalda kommunustýrið hevur skipað seg soleiðis:

Borgarstjóri: Artur Johansen
Varaborgarstjóri: Jóannes E. Markná
Annar varaborgarstjóri: Súni F. Olsen

Fíggjarnevnd:
Artur Johansen, formaður, Súni F. Olsen og Jóannes E. Markná

Tøkni- og Býarskipanarnevnd:
Rógvi R. Djurhuus, formaður, Andras Róin og Súni F. Olsen

Trivnaðar- og Mentanarnevnd:
Hans Anders Jacobsen, formaður, Steingrím J. Jacobsen og Jóannes E. Markná

Vinnu- og Umhvørvisnevnd:
Andras Róin, formaður, Rógvi R. Djurhuus og Steingrím J. Jacobsen
 

Nýggja kommunustýrið hevur orðað ein arbeiðssetning fyri valskeiðið, og sett sær nøkur yvirskipað mál, ið skulu røkkast.

Arbeiðssetningur:
Sjóvar kommunu stendur frammanfyri sera stórum avbjóðingum sum serliga knýta seg at Eysturoyartunnlinum. Avbjóðingar, ið helst eru av einum jaligum slagi, við fólkavøkstri, búskaparligum vøkstri og øktum møguleikum. Men eisini viðurskifti, ið leggja eitt størri trýst á tær tænastur, sum borgarar hava krav uppá, barnaansing, skúlar, bústaðarmøguleikar, vegir, arbeiðspláss o.a.

Nývalda kommunustýrið fer at leggja alla orku í at tryggja, at Sjóvar kommuna, - nú eisini sum miðdepil í landinum, fer at veita tær bestu tænasturnar til verandi og komandi borgarar í øllum bygdunum í kommununi. At vit á best møguligan hátt fáa gagnnýtt teir møguleikar, sum nú standa fyri framman.

Yvirskipað hava vit sett okkum fyri, og fara at raðfesta hesi mál:

Tøkni- og Býarskipanarnevnd

-          Kommunan skal skapa karmar við langtíðar býarskipanum og við altíð at kunna bjóða hóskandi økir til staðseting av bústøðum, vinnuøkjum og til frítíðarítriv.

-          At skipa eitt fjøltáttað útboð av bústaðarmøguleikum, av arbeiðsplássum og av tænastum til allar borgarar. Hetta eru fortreytir fyri einum sunnum fólkavøkstri har fjølbroytni er lyklaorðið.

-          Eitt miðvíst arbeiði, og ein langtíðarætlan skal gerast fyri at fáa “miðbýin” at rigga betri. Eingin ivi skal verða um, hvar miðstaðurin á Strondum er, og hvar fólk hittast

 

Trivnaðar- og Mentanarnevnd

-          At karmar og tænastustøði innan barnaansingina og skúlaverkið skal verða gott og mennandi

-          At menna karmarnar hjá børnum og ungum, eisini aftaná skúlatíð, soleiðis, at tey hava eitt breitt úrval av frítíðartilboðum at velja í.

-          Ítrottar- og mentanartilboð skulu mennast, øllum borgarum í Sjóvar kommunu at gagni.

 

Vinnu- og Umhvørvisnevnd

-          Serligt arbeiði skal leggjast í at skapa bestu karmar um verandi vinnulív og at tryggja, at eisini nýggjar vinnur velja Sjóvar kommunu.

-          At Sjóvar kommuna skal verða millum tær grønastu og burðardyggastu. Náttúran er okkara tilfeingi,  sum skal røktast, mennast og gagnnýtast, eisini vinnuligt.

-          Strandalinjan skal skipast so bestu møguleikar verða fyri trivnaði, fyri tænastum og fyri vinnulívinum, og serligur dentur skal leggjast á at betra um samstarvið millum bygdirnar.

 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
27. des 2025
Nýggjárshald og nýggjársdansur á Strondum
19. des 2025
Nýtt vinnuøki Innan Glyvur
30. des 2025
TRICKS - Nýggjársgykl í Stranda Bio.
28. des 2025
Jólafest fyri vaksin í Missións­húsi­num á Strondum
23. des 2025
Jólamenn vitja í Sjóvar kommunu jólaaftan
19. des 2025
Gleðilig jól og gott nýggjár
19. des 2025
Almennir kommunustýrisfundir í 2026
19. des 2025
Ruskplássið um høgtíðina

Send boð til Sjóvar kommunu