Tíðindi

26. aug 2020

Fundur í teknisku nevnd 25.08.2020

Tekniska nevnd 25.08.2020
 
Møtt: Lisa Frederiksberg, Steingrím Jacobsen og Súni F. Olsen
 Umframt: Artur Johansen og Tummas Johannesen
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-20:00

Mál nr.: 17/00132
Reist av: Jóhan Funn
Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi til garð
Avgerð: Mælt verður til, at frávik verður givið. Lagt fyri kommunustýrið.
 

Mál nr.: 542-48-2020
Reist av: Dan Hansen
Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi.
Avgerð: Samtykt at ganga umsóknini á møti. 

Mál nr.: 544-3-2020
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Gøtuljós á Morskranesi
Avgerð: Kunning. Útsett til málið er klárt.

Mál nr.: 541-8-2020
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Útstykking í Kolbeinagjógv
Avgerð: Nevndin mælir til, at nýggj útstykking verður gjørd til fyribils tvey grundstykki í Kolbeinagjógv, treytað av góðkenning frá landsmyndugleikunum. Víst verður til RS-635. Lagt fyri fíggjarnevndina. 

Mál nr.: 542-43-2020
Reist av: Marius Joensen
Málslýsing: Umsókn um frávik í byggisamtyktini.
Avgerð: Vísandi til ferðslutrygdina í økinum, mælir nevndin til, at frávik verður givið. Lagt fyri kommunustýrið.

Mál nr.: 542-33-2018
Reist av: Ruth Róin
Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi/umvæling av neysti
Avgerð: Samtykt at geva byggiloyvi, treytað av góðkenning frá Landsverk.

Mál nr.: 544-12-2018
Reist av: André F. Danielsen
Málslýsing: Gøtuljóskaðal og keypa av grundstykki
Avgerð: Samtykt. Tekniska umsiting tekur sær av málinum.

Mál nr.: 542-40-2020
Reist av: John Danielsen
Málslýsing: Umsókn um graviloyvi (broytast til umsókn um frávik í byggisamtyktini)
Avgerð: Málið er ikki klárt til viðgerð. Útsett til næsta fund. 

Mál nr.: 542-45-2020
Reist av: Petur Even Djurhuus
Málslýsing: Bygging á Selatrað
Avgerð: Nevndin samd um, at loyvi kann gevast, treytað av, at krøvini frá Landsverk verða fylgd. Tekniska umsiting arbeiðir við málinum.

Mál nr.: 541-7-2020
Reist av: Sunnleif Joensen
Málslýsing: Keypa afturat grundstykkinum
Avgerð: Nevndin er sinnað at játta umsóknini tá ognarviðurskiftini eru komin í rætt lag. Nevndin ynskir, at gongurættur verður lýstur gjøgnum stykkið. Tekniska umsiting arbeiðir við málinum.

Mál nr.: 548-2-2018
Reist av: Sólvá G. Funderud
Málslýsing: Keypa afturat matr. nr. 33.
Avgerð: Umsókn er send til Landsverk 28. januar 2019. Málið útsett til svar er komið frá Landsverk.

Mál nr.: 16-41-107
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Útstykking við Hálsatjørn
Avgerð: Kunning. Asfaltering, yvirflatuvatn, kloak, gøta, Hálsatjørn tryggjast.

Mál nr.: 541-6-2018
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Øki til raðhús og íbúðir.
Avgerð: Kunning. Málið er ikki klárt. Bíða eftir Umhvørvisstovuni. 

Mál nr.: 544-5-2019
Reist av: Pól Frits Høj
Málslýsing: Vatn til seyðahús. Umsókn um broyting í byggisamtykt.
Avgerð: Nevndin mælir frá, at byggisamtyktin verður broytt. Lagt fyri kommunustýrið.

Umsóknin um, um kommunan vil keypa slangu til at knýta í vatnleiðing, verður ikki játtað.
Nevndin er ikki samd í hesi avgerð. Súni og Steingrím atkvøddu ímóti og Lisa atkvøddi fyri.

Viðmerking frá Súna og Steingrími: “Vit meta tað vera skeivt at veita stuðul til ein vinnurekandi, tí tað kann skapa fordømi.”

Viðmerking frá Lisu: “Eg haldi, tað skeivt ikki at stuðla vinnuvirki í kommununi, tá vit eru stuðlandi og jalig við milliónum á øðrum økjum.”

Mál nr.: 542-29-2020
Reist av: Terja Thomsen
Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi til neyst
Avgerð: Tekniska umsiting avgreiðir málið.

Mál nr.:  
Reist av:
Málslýsing: Pauli Berthelsen, spyr um frávik á Fríðfløtum
Avgerð: Grundað á, at bakkin oman fyri stykkini oman fyri vegin á Fríðufløtum er so høgur, mælir Tummas til, at serstaka byggisamtyktin verður broytt soleiðis, at byggifeltið, sum nú er 45 gr. ikki er avmarkað upp at byggilinjuni  niðaneftir. (hetta sama er galdandi í Lágni). Mál verður stovnað og lagt fyri kommunustýrið.

Mál nr.: 
Reist av: 
Málslýsing: Matr. nr. 393o, Innan Glyvur. Marknaumskipan, leggja afturat vegnum.
Avgerð: Marknaumskipan áðrenn vit selja stykkið aftur.

Mál nr.: 
Reist av: 
Málslýsing: Regina Weihe. Gongurættur gjøgnum grundstykki.
Avgerð: Nevndin mælir til, at gongurætturin verður broyttur, so hann ikki fer gjøgnum grundstykkið hjá Reginu, matr. 62 á Selatrað. Mál verður stovnað. Umsitingin ger málið klárt til kommunustýrisfund.

Mál nr.: 
Reist av: 
Málslýsing: Sjk., gongurættur við skúlan.
Avgerð: Tummas arbeiðir við málinum, og ger tað klárt til kommunustýrisfund.

Mál nr.: 
Reist av: 
Málslýsing: Sjk., atkoma til Sjóvarhøvda.
Avgerð: Gongurættur til Sjóvarhøvda. Stovna mál. Tummas arbeiðir við málinum, og ger tað klárt til kommunustýrisfund.

Mál nr.: 
Reist av: 
Málslýsing: Landsverk, vetrarhald.
Viðmerkingar: Kunning. Landsverk sigur, at teir hava ikki manning og útgerð at røkja avtaluna, sum teir hava havt við kommununa í nógv ár. LV kemur á fund við okkum um málið.  

Mál nr.: 541-9-2020
Reist av: Øssur Højgaard
Málslýsing: Øki til parkering við Gerðaveg
Avgerð: Nevndin leggur málið fyri kommunustýrið.

Mál nr.: 541-10-2020
Reist av: 
Málslýsing: Líggjas Blábjørg, keypa afturat grundstykkinum, matr. 717
Avgerð: Málið verður lagt fyri kommunustýrið.

 
 
 
 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
23. apr 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 18.04.2024
22. feb 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 12.02.2024
28. nov 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 27.11.2023
10. nov 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 06.11.2023
21. sep 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 18.09.2023
25. aug 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 23.08.2023
13. jun 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 12.06.2023
16. mai 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 15.05.2023

Send boð til Sjóvar kommunu