Tíðindi

22. feb 2024

Fundur í Tøkni- og býarskipanarnevndini 12.02.2024

Tøkni- og býarskipanarnevndin 12-02-2024

Møtt: Rógvi R. Djurhuus, Súni F. Olsen
Umframt: Artur Johansen, Tummas Johannesen
Skrivari: Artur Johansen
Klokkan: 17:00- 19.55

 


Mál nr.: 541-2-2024, broyting í byggisamtykt øki D
Reist av: Sjóvar kommuna
Málslýsing: Uppskot um broyting í byggisamtyktini.
Avgerð: T&B mælir til at broyta ein part av D-øki, við Hulkin á Strondum, til D3-øki. Lagt fyri kommunustýri.


Mál nr.: 104-11-2021, íbúðarbygging á 79bs og 79bt
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Broyta byggisamtykt og kunning um málið.
Avgerð: Kunning um verkætlanirnar á matr.nr. 79bs og 79bt. T&B mælir til at geva loyvi til minni frávik. Kunning og frávik verður lagt fyri kommunustýrið.


Mál nr.: 542-2-2024, íbúðarbygging við Lágarvegin
Reist av: Trygil
Málslýsing: Atkomuvegur, kunning
Avgerð: Tummas kunnaði um málið.


Mál nr.: 321-1-2023, svimjihylurin í Stranda skúla
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Innkomin tilboð
Avgerð: T&B mælir til at taka av innkomnum tilboði. Lagt fyri kommunustýri.


Mál nr.: 547-1-2021, vinnuøki Innan Glyvur
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Byrja at taka fjósið niður.
Avgerð: T&B samd um at taka fjósið niður, og at seta arbeiðið í gongd. Víst verður til RS-665. Lagt fyri fíggjarnevnd.

Mál nr.: 544-24-2022, varandi orka
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Kunning
Avgerð: Tummas kunnaði um málsgongdina.


Mál nr.: 541-1-2024, ítróttarhøll á Strondum
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Kunning um møguliga leiguavtalu við Heygshaga.
Avgerð: Tummas kunnaði um málið.

Mál nr.: 545-1-2024, umsókn um byggiloyvi til neyst, matr. Nr. 8b
Reist av: Arnold Abrahamsen
Málslýsing: Tekningar. Um hetta neystið skal byggjast, verður neyðugt við fráviki í byggisamtyktini.
Avgerð: T&B mælir til, at frávið verður givið til mest loyvdu hædd. Lagt fyri kommunustýrið.

 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
03. nov 2026
Lítlifløttur 20 ár
30. okt 2026
Handahornið týskvøldið 3. nov.
30. okt 2026
Kommunustýrisfundur 29.10.2026
29. okt 2026
Minningarhald teirra sjólætnu
29. okt 2026
Helgi spyr lands­stýrismannin um rundkoyring
28. okt 2026
Stór málninga­framsýning og søla í bygdahúsi­num á Strondum
27. okt 2026
Áhugavert tiltak í Løkshøll í kvøld kl. 19:00
23. okt 2026
Kommunustýrisfundur 29. oktober

Send boð til Sjóvar kommunu