Tíðindi

21. sep 2023

Fundur í Tøkni- og býarskipanarnevndini 18.09.2023

 
Tøkni- og býarskipanarnevndin 18.09.2023

Møtt: Rógvi R. Djurhuus, Andras Róin og Marjun á Fr. Berbisá

Umframt: Artur Johansen, Tummas Johannesen
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-19:00

 

Mál nr.: 542-26-2023, frítíðarhús í Kolbeinagjógv
Reist av: Alexandur Johansen
Málslýsing: Umsókn um at keypa jørð til frítíðarhús
Avgerð: Nevndin mælir frá at selja alt stykkið í einum. Heldur eigur kommunustýrið at útstykkja økið til at selja. Lagt fyri kommunustýrið.


Mál nr.: 104-11-2021, íbúðarbygging
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Tekningar frá Mekon til umrøðu. Matr. nr. 79bt
Avgerð: Arbeiða víðari við málinum.

Mál nr.: 541-2-2023, broyting í byggisamtykt
Reist av: Gunnar Holm-Jacobsen
Málslýsing: Umsókn um broyting í byggisamtyktini á Selatrað.
Avgerð: Nevndin mælir til at játta umsóknini og broyta byggisamtyktina á Selatrað, soleiðis, at partur av matr. nr. 100b verður broyttur frá F-øki til H-øki. Lagt fyri kommunustýrið.

Mál nr.: 544-24-2022, varandi orka
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Kunning. Arbeiða víðari við málinum.

Mál nr.: Ikki mál
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Uppskot til loyvir til jarðhitaboringar.
Avgerð: Mælt verður til at loyvir verða givin til jarðhitaboringar eftir uppskoti, sum umsitingin hevur gjørt eftir tilmælinum frá arbeiðsbólkinum. Reglugerðin verður endurskoðað tá almennu ásetingarnar eru gjørdar. Lagt fyri kommunustýrið

 
 
 
 
 
 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
13. nov 2026
Kommunustýrisfundur 19. nov.
13. nov 2026
Lands­stýris­maðu­rin er sinnaður at viðgera málið um rundkoyring
12. nov 2026
Skatta­listin fyri 2025
10. nov 2026
Fíggjar­nevndarfundur 09.11.2026
09. nov 2026
Marknaðardagur í bygdahúsi­num 15. nov.
09. nov 2026
Lítlifløttur 20 ár
05. nov 2026
Jamilla á Café Bella
04. nov 2026
Sámuel bæði steypavinnari og føroyameistari

Send boð til Sjóvar kommunu