Framrokning 2020

Útgreing av fíggjartølum fyri Sjóvar kommunu

Fyrra kolonnan eru framroknað tøl til ársenda 2020, við støði í mánaðarroknskapinum í september 2020, og við atliti til ígongdverandi íløgur.

Samlað rakstrarútreiðsla fyri 2020, verður væntandi 48.419.400 kr.
Samlað rakstrarinntøka fyri 2020, verður væntandi 57.676.000 kr.
Rakstraravlop fyri 2020 verður sostatt væntandi 9.256.600 kr.
Samlaðu íløgurnar fyri 2020, verða væntandi 24.196.200 kr.

Seinna kolonnan, FÆ2021, er tann fyribils fíggjarætlanin fyri 2021, ið hetta kommunustýrið hevur gjørt. 

Inntøkumetingin fyri 2021, ið er gjørd av Føroya Gjaldstovu, er munandi lægri enn metingin fyri 2020.

Send boð til Sjóvar kommunu