Tíðindi
Fundur í Tøkni- og býarskipanarnevndini 18.04.2024
Tøkni- og býarskipanarnevndin, 18.04.2024
Møtt: Rógvi R. Djurhuus, Andras Róin og Súni F. Olsen
Umframt: Artur Johansen, Tummas Johannesen
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 16:00-18:30
Mál nr.: 544-2-2024, vatn og kloakk á grundstykkinum
Reist av: Jóhann Funn
Málslýsing: Vatn og kloakk rennur á grundstykkið
Avgerð: Biðja Fílin um at kanna rørini í økinum. Umsóknin um at gjalda ein part av garðinum, verður ikki gingin á møti.
Mál nr.: 542-6-2024, mála skúlan
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Mælt verður til at taka av tilboði
Avgerð: Nevndin tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðara og mælir til at taka av øðrum tilboðnum. Neyðugt verður við eykajáttan. Biðið verður um kr. 250.000 í eykajáttan. Lagt fyri fíggjarnevndina.
Mál nr.: 542-7-2024, klæða skúlan
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Tosa um, hvussu klæðast skal, og møguliga gera tilmæli um at taka av tilboði
Avgerð: Útbjóðingartilfarið er ikki komið. Málið tikið av skránni.
Mál nr.: 321-1-2023, svimjihylurin
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Kostnaðarmeting
Avgerð: Nevndin tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðara um at brúka kr. 280.000 til umvælingar av svimjihylinum. Víst verður til RS-413. Lagt fyri fíggjarnevndina.
Mál nr.: 542-11-2024, umsókn um byggiloyvi
Reist av: Dávid L. Rasmussen
Málslýsing: Umsókn um loyvi til útbygging á matr. nr. 132 Innan Glyvur
Avgerð: Tekniska umsitingin avgreiðir málið.
Mál nr.: 542-5-2024, umsókn um frávik í byggisamtykt
Reist av: Erlu-Mariu Skovlund
Málslýsing: Umsókn um frávik, so pláss verður fyri carporti
Avgerð: Nevndin tekur ikki støðu til málið tí umsóknin er ov óneyv. Útsett til næsta fund.
Mál nr.: 548-1-2024, keypa jørð
Reist av: Kaj Meyer
Málslýsing: Kaj spyr um kommunan vil selja honum uml. 70 m2 av matr. nr. 555 at leggja afturat matr. nr. 256
Avgerð: Nevndin er samd um ikki at selja part av matr. nr. 555
Mál nr.: 541-3-2024, keypa jørð
Reist av: Páll Olsen
Málslýsing: Páll og Annita ynskja at keypa eitt stykki at leggja afturat matr. nr. 427
Avgerð: Arbeiða víðari við málinum.
Mál nr.: 546-3-2023, skelting
Reist av: MOWI
Málslýsing: Mowi spyr um tey kunnu seta eitt skelti á øki hjá kommununi
Avgerð: Nevndin mælir til at loyvi verður givið, treytað av, at ferðslumyndugleikin loyvir tí.