Tíðindi

28. nov 2023

Fundur í Tøkni- og býarskipanarnevndini 27.11.2023

 
Tøkni- og býarskipanarnevndin, 27.11.2023
 
Møtt: Rógvi R. Djurhuus, Andras Róin og Marjun á F. Berbisá
Umframt: Artur Johansen
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-17:40

Mál nr.: 541-7-2023, umsókn um at broyta byggisamtykt
Reist av: Reginu Weihe
Málslýsing: Ælta at leggja eitt petti, sum tey hava keypt, saman við grundstykkinum
Avgerð: Mælt verður til, at broyta byggisamtyktina frá K-øki (landbúnaður) til B-øki (sethús), soleiðis, at partur av matr. 55a kann leggast saman við matr. 62. Lagt fyri kommunustýrið.

Mál nr.: 104-4-2021, niðurtøka av bygningum
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Kunning

Mál nr.: 650-1-2023, egningarskúrar 
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Áheitan um at umvæla frystaríið í egningarskúrunum so tað ikki larmar so illa. 
Avgerð: Mett verður, at kostnaðurin fyri at bjálva frystaríið verður so høgur, at tað ikki loysir seg at gera nakað við tað. Áheitanin verður tí ikki gingin á møti.

 
 
 
 
 
 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
15. okt 2026
Fundur í Tøkni- og vinnunevnd­ini 14. oktobur 2026
14. okt 2026
Strálan skipar fyri eydnuhjóli
14. okt 2026
Eitt sindur av hvørjum - nýggjur bóklingur frá Ragnar Danielsen
13. okt 2026
Tekna teg sum lim í Vakstrarøki­num á Strondum
13. okt 2026
Varaleiðari til Lítlafløtt
13. okt 2026
Chrismas Child
09. okt 2026
Loppu­marknaður og kaffisølu á Café Bellu
08. okt 2026
Stranda kvøldskúli nýggja heimasíðu

Send boð til Sjóvar kommunu