Tíðindi

10. nov 2023

Fundur í Tøkni- og býarskipanarnevndini 06.11.2023

 
Tøkni- og býarskipanarnevndin 06.11.2023
Møtt: Rógvi R. Djurhuus, Andras Róin og Marjun á F. Berbisá
 
Umframt: Artur Johansen, Tummas Johannesen
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-20:15

Mál nr.: 544-24-2022, varandi orka í kommununi
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Sjógvorka
Avgerð: Nevndin mælir til húsið verður gjørt. Tvær milliónir eru settar av á RS-611 í ár. Lagt fyri fíggjarnevndina.


Mál nr.: 321-1-2023, svimjihylurin 
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Dagføring av svimjihylinum
Avgerð: Nevndin mælir til, at 1,1 millión verður sett av í 2024 til dagføring av svimjihylinum. Lagt fyri fíggjarnevndina.

Mál nr.: 104-4-2021, niðurtøka av bygningum
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Fjós Innan Glyvur
Avgerð: Samtykt at biðja um kostnaðarmeting av niðurtøku av fjósi og tilhoyrandi bygningum.
 

Mál nr.: Ikki mál
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Asfaltering
Avgerð: Nevndin mælir til at taka av tilboði uppá kr. 152.000 uttan MVG til at asfaltera økið niðan fyri skúlan. Víst verður til RS-413. Mælt verður til at taka av tilboði uppá kr. 156.000 uttan MVG at asfaltera gøturnar í kirkjugarðinum. Víst verður til RS-671. Lagt fyri fíggjarnevndina.


Mál nr.: 542-30-2023
Reist av: Terja Thomsen
Málslýsing: Terji spyr um hann kann leiga ella umsita stykkið, matr. nr. 367a, so hann kann fríðka økið. Eisini spyr hann um loyvi at gera plattin við úthurðina størri.
Avgerð: Samtykt, at loyvi verður givið til at leiga part av matr. 367a eftir somu treytum sum matr. 367d verður leigað út fyri.

Mál nr.: 542-29-2023, umsókn um frávik
Reist av: Bára Nesá
Málslýsing: Søkir um frávik í byggisamtyktini, matr. 79bm
Avgerð: Samtykt at fylgja frámælinum frá tekniska leiðara og nokta umsóknini.


Mál nr.: 546-4-2023, vinnuøki á Hulki
Reist av: KRAFTA
Málslýsing: KRAFTA søkir um vinnuøki á Hulki til oljutangar. 
Avgerð: Nevndin er jalig, treytað av, at øll onnur viðurskifti eru komin upp á pláss.


Mál nr.: 211-2-2023, fíggjarætlan 2024
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Hyggja gjøgnum rakstrarkonti á tekniska økinum. 
Avgerð: Nevndin tekur undir við uppskoti frá umsitingini, dagf. 06.11.2023

 
 
 
 
 
 

 

 

 

 

 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
05. nov 2026
Jamilla á Café Bella
04. nov 2026
Sámuel bæði steypavinnari og føroyameistari
03. nov 2026
Kim Simonsen fær amerikanska virðisløn fyri yrkingar­savn
03. nov 2026
Lítlifløttur 20 ár
30. okt 2026
Handahornið týskvøldið 3. nov.
30. okt 2026
Kommunustýrisfundur 29.10.2026
29. okt 2026
Minningarhald teirra sjólætnu
29. okt 2026
Helgi spyr lands­stýrismannin um rundkoyring

Send boð til Sjóvar kommunu