Tíðindi

25. aug 2023

Fundur í Tøkni- og býarskipanarnevndini 23.08.2023

 
Tøkni- og býarskipanarnevndin 23.08.2023

Møtt: Rógvi R. Djurhuus og Marjun á F. Berbisá

Umframt: Artur Johansen og Tummas Johannesen
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-19:15

Mál nr.: 544-6-2021, ferðslutrygd í Sjóvarbrekku
Reist av: Erik Johannesen
Málslýsing: Hvat kunnu vit gera við ferðslutrygdina í Sjóvarbrekku?
Avgerð: Nevndin mælir til at gera Sjóvarveg, Kirkjuveg, Bøgøtu, Sjóvarbrekku og Follendisveg til 30 km/t øki. Samtykt, at ferðslan oman eftir Sjóvarbrekku skal halda av fyri ferðsluni niðan eftir. Lagt fyri kommunustýrið.


Mál nr.: 544-5-2023, breiðka vegin niðan í Gerði
Reist av: Áka Dyssegaard
Málslýsing: Áki spyr um kommunan vil keypa eitt petti av teirra grundstykki, og breiðka vegin niðan í Gerði
Avgerð: Nevndin mælir frá at ganga umsóknini á møti. Lagt fyri kommunustýrið.

Mál nr.: 541-1-2023, keypa jørð frá 79a
Reist av: Róki Nilssen
Málslýsing: Rókur spyr um hann kann keypa burturav 79a og leggja tað saman við sínum grundstykki, 79ac.
Avgerð: Matr. nr 79a við rundkoyringina er ætlað sum fríøki hjá grannalagnum, og hevur nevndin tí samtykt ikki at selja burturav hesum matrikkli.


Mál nr.: 544-24-2022, varandi orka
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Taka støðu til tilboðið
Avgerð: Tilboð eru komin uppá húsið til sjógvinntak, hitaskipanina, rør og ventilar og orkuskipanir til skúlan, kommunuskrivstovuna og heilsumiðstøðina.

Hús til sjógvinntak: Nevndin mælir til at tikið verður av lægsta tilboði.

Hitaskipanin: Nevndin mælir til at tikið verður av lægsta tilboði.

Rør og ventilar: Nevndin mælir til at tikið verður av lægsta tilboði.

Orkuskipanir til skúlan, kommunuskrivstovuna og heilsumiðstøðina: Nevndin mælir til at tikið verður av lægsta tilboði.

Kostnaðarmetingin fyri fyrsta byggistig er uml. 8 mill. kr. tilsamans.

Lagt fyri kommunustýrið.

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
27. des 2025
Nýggjárshald og nýggjársdansur á Strondum
19. des 2025
Nýtt vinnuøki Innan Glyvur
23. des 2025
Jólamenn vitja í Sjóvar kommunu jólaaftan
19. des 2025
Gleðilig jól og gott nýggjár
19. des 2025
Kommunustýrisfundur 18.12.2025
19. des 2025
Almennir kommunustýrisfundir í 2026
19. des 2025
Ruskplássið um høgtíðina
19. des 2025
Ruskinn­savning um jólini og nýggjárið

Send boð til Sjóvar kommunu