Tíðindi

23. Oct 2026

Gera kommunurnar meira demensvinarligar

Roðin fer nú undir eitt nýtt átak, sum hevur til endamáls at gera Runavíkar-, Nes- og Sjóvar kommunur
demensvinarligar.
Byrjað verður á Skála, har dagtilhaldið Skálastova heldur til, og ætlanin er síðani
at víðka átakið til hinar partarnar av kommununum.
Endamálið við átakinum er at økja um vitanina um demens og skapa eitt samfelag, har fólk, sum liva
við demens, og teirra avvarðandi verða møtt við størri fatan, virðing og tryggleika.
Demens rakar ikki bert tann, sum fær sjúkuna, men eisini familju, vinir og nærumhvørvið.
Tí hevur tað stóran týdning, at vit sum samfelag hava vitan um demens og skilja tær avbjóðingar, sum
kunnu fylgja við sjúkuni.


Vitan og undirvísing skulu skapa størri fatan
Ein týðandi partur av átakinum verður at bjóða virkjum, fyritøkum, handlum, feløgum og øðrum
áhugaðum undirvísing og kunning um demens.
Undirvísingin skal geva luttakarunum grundleggjandi vitan um demens og ítøkilig amboð til, hvussu
vit kunnu møta og hjálpa fólki, sum liva við sjúkuni í gerandisdegnum.
Eisini fara íbúgvarnir í kommununum at fáa møguleika at luttaka í undirvísing og kunnandi tiltøkum
um demens.
Við størri vitan og fatan kunnu vit øll vera við til at skapa eitt meira rúmligt og inkluderandi samfelag,
har fólk við demens framhaldandi kunnu vera virkin og kenna seg sum ein natúrligan part av
nærumhvørvinum.

Skála verður fyrsta stigið
Demenstænastan hjá Roðanum skipar fyri átøkunum og byrja verður á Skála, har Skálastova,
dagtilhaldið fyri fólk, sum liva við demens, er.
Við Skálastovu, sum einum natúrligum útgangsstøði, verður arbeitt við at skapa eitt nærumhvørvi,
har borgarar, vinnulív og felagslívið saman kunnu vera við til at gera Skála til eina demensvinarliga
bygd.
Royndirnar frá Skála skulu síðani nýtast sum grundarlag fyri at víðka átakið til aðrar bygdir í teimum
trimum kommununum.

Eitt felags ábyrgdarøki
At skapa eitt demensvinarligt samfelag snýr seg ikki einans um røkt og umsorgan. Tað snýr seg eisini
um, hvussu vit møta hvørjum øðrum í gerandisdegnum – í handlinum, á arbeiðsplássinum, í
frítíðarlívinum og úti í nærumhvørvinum.
Smáar broytingar í okkara atburði og samskifti kunnu hava stóran týdning fyri eitt menniskja, sum
livir við demens.
Við hesum átakinum ynskir Roðin at vera við til at skapa eitt samfelag, har fólk við demens kunnu
kenna seg trygg, vælkomin og virðismett – og har tað er pláss fyri øllum, eisini tá lívið broytist.
Nærri kunning um undirvísing og tiltøk kemur seinni.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
23. Oct 2026
Gera kommunur­nar meira demensvinarligar
23. Oct 2026
Eliesar Høj 90 ár
22. Oct 2026
rth
22. Oct 2026
Støkk-inn koppseting á Strondum
20. Oct 2026
Kommunuskrivstovan stongd
20. Oct 2026
Fíggjar­nevndarfundur 19.10.2026
20. Oct 2026
Varaleiðari til Lítlafløtt
19. Oct 2026
VENJING Í EYSTUR­OYARTUNLI­NUM Í KVØLD

Send boð til Sjóvar kommunu